Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teistan til sjúkraflutning. Basta!

Hoyrist at sjúkraflutningsavtalan millum Landssjúkrahúsið og Strandferðsluna er uppsøgd. Tað merkir at Teistin ikki er at røkja sjúkraflutningin. Seinast tað var uppá tal, var tá Hans Pauli strøm var landsstýrismaður, men Gerhard Lognberg og undirritaði fingu tá forpurrað hesum óðamannaverki.

Tað kemur ikki uppá tal at vit í Sandoynni skulu hava sjúkraflutning við LÍV ella við tyrlu. Seinast tyrlan var roynd til slíkan flutning mundi enda galið, bæði fyri tyrlu og sjúkling. Slíkur ørskapur frá samgonguni skal steðgast.

Vit í Sandoynni góðtaka snøgt sagt einki annað enn Teistan til sjúkraflutning, so leingi eingin Sandoyartunnil er. Latið okkum standa saman um kravið fyri einum tryggum sjúkraflutningi. Vit goðtaka ikki longur niðurpíningina av okkara øki, og hava fullan rætt til tryggan sjúkraflutning. Uttan slíka trygd gerst enn meira óliviligt í oynni.

Páll á Reynatúgvu