Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teir tríggir drangarnir

Teir standa í móti hørðum stormi, teir 3 drangarnir, Henrik Old, Kristin Michelsen og Gerhard Lognberg. Hóast tað rekur á teir frá øllum ættum, enntá innanífrá, so nokta teir at boyggja seg. Teir eru greiðir yvir, at tað kann gerast endi á føroysku tjóðini, um eitt gjald á fiskivinnuna verður sett í verk.

Teir standa stinnir móti hart rópandi snultarum, sum bert hugsa um sín egna búk í dag, men sum kemur at skapa hungur og hall, tá alt er fari fyri bakka. Teir eru greiðir yvir, at her verður ikki hugsa um vanlig fólk, men heldur um yvirstættina, sum í samráð við seg sjálvi, hava givið sær góðar treytir, millum annað eina tænastumannaeftirløn, og hava sent rokningin til føroyska fólkið at gjalda.

Tí eigur restin av Løgtinginum at fylgja okkara “Drangum”, og ikki leggja halda á ognina hjá fólkinum. Vit góðtaka ikki, at tað verður lagt eitt Tænastumanneftirlønargjald á Føroya Fólk.

Stóra stóra takk til tykkum tríggjar.