Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teir smáu tjóvarnir heingir mann, teir stóra letur mann sleppa

Alment verður nú skrivað, at kanningin av Eik-grunninum bert er komin umleið ein triðing móti málinum og er steðgað vegna manglandi peningajáttanir frá løgtingsins síðu. Víst verður eisini á, at kanningin longu kundi verið liðug, um neyðugu játtaninar vórðu framdar. Sum er, er fyrningarfreistin nær, so um onki hendir heilt skjótt, so steðgar kanningin av tíðarorsøkum.

Tað sær út sum um, at landsins kosnu menn alla tíðini hava latið sum um, at teir vilja kanna, men hinvegin - við at skunda sær spakulig - kalkulerað við einum líðandi, men óumgeingiligum kanningardeyða, soleiðis at flag kann leggjast á, og teir stóru vinirnir í andanum ikki verða 'hongdir', men sleppa at halda áfram í landsins peningacirkussi saman við kammesjukkunum. Einki við at lata teir stóru verða stillaðir til svars. Gylt lógvatak í milliónaklassanum er løgna saluttin og síðani víðari upp á rovdrift millum tey smáu.

Vit síggja nógvastaðni, hvussu tey annars vælbjargaðu – serliga á høgraveinginum – ótarnað sleppa at spæla sær við og válka sær í fólksins virðum og ognum, sum um teir eiga tey. Og vit síggja, at teir sleppa.

Mvg hevur verið eitt peningacirkus av teimum stóru. Uml. 100 mill. kr. eru av ymsum orsøkum ongantíð komnar í fólksins kassa, har tær av røttum hoyra heima. Og mangir eru slopnir at ríða víðari í nýetableraðum cirkussum, har teir síðani hava hildið somu kós, har nýggja mvg'ið er lorað niður í fóðrið. Umaftur og umaftur.

Nú sigst at ryttarríðið verður steðgað. Men verður nøkur orka sett av, at avdúka ryttararnar? Um vit skulu fylgja gongdini higartil, so kunnu vit loyva okkum at ivast. Og hvussu vit skattaundandráttum og fjaldum peningi í skattaparadísum? Hvør orka verður løgd í avdúkingina? Skatt skuldi spara var sagt fyri stuttari tíð síðani. Stjórin helt væl til standa, so væl, at nakrar reyðar perur fóru at lýsa. Letur skatt við høgrafalangistanna tigandi samtykki, mvg'arar og skattasnýtarar bara sleppa, ella hvat verður gjørt aktivt.

Møguliga hevði tað verið rissikabult fyri starvsetanina, um stjórin gjørdist ov arbeiðssamur og effektivur. Kanska hevði hann verðið skiftur út við ein meira lagaligan, sum dugdi at sleppa teimum røttu?

Annars svara tær 100 mill.kr. ið ikki koma til høldar fyri mvg, til at danir skuldu havt 10 milliardir , sum ikki vóru komnar inn. Fullkomuliga groteskt.

Og vit síggja hvussu fólksins ríkidømi á havinum verður umsitið. Hvør ið fær í høvd og reyv, og hvør ið verður við sviðið so. Tey røttu sleppa. Hini fáa loyvi at hyggja at, góðtaka og annars halda kjaft.** Fólkið er bert fólkið, tá byrðar skulu berast, annars er fólkið bert tey, sum halda til á samfelagsins hægstu rókum.

Hetta kann ikki halda áfram, men eigur at verða broytt, so øll verða viðfarin eins – eisini í fíggjarligum høpi.

Tíðin er farin frá, at teir stóru tjóvarnir sleppa, meðan teir smáu verða hongdir. Kanska átti tað at verið øvugt. Tað hevði, íð hvussu er, givið størri meining.

Men allarbest hevði sjálvandi verið, um øll høvdu verið viðfarin eins í øllum samfelagsins viðurskiftum.

Men tílíkt kemur ongantíð av sær sjálvum. Bert ein fólksins mótmakt til verandi makt kann klára at fremja slíkar broytingar og má tí fyrst stáplast á beinini, um nøkur vón yvirhøvur skal verða fyri at fólkið kann stríða seg fram til javnstøðu á øllum økjum.

Men tað er tað altíð stríðið og prísin vert.

Dagfinnur Danbjørg.