Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teir fyrstu hundrað dagarnir nærkast

Nú teir fyrstu hundrað dagarnir hjá samgonguni nærkast, kunnu vit gera nakrar niðurstøður.

Vit kunnu taka samanum og hyggja eftir, hvussu politiski barometurstandurin er. Út frá hesum kann metast um tað, sum varð felt niður í samgonguskjal, er sett á skinnaran.

Hvar eru vit komin, og hvørji eru útlitini fyri teimum broytingum, sum eru gjøgnumførdar, og ikki minst teimum , sum eru ávegis.

Tað byrjaði við buldur og brak, tá skatting av pensjónum við innghjald saman við uppskotinum um broyting í skattastiganum beint fyri jól, kom í Tingið. Hetta uppskotið vendi tummilin upp mótvegis tí partinum av borgarunum við hægri inntøkunum.

Hvussu hetta politiska skattaátak fer at mennast, má tíðin vísa. At gera eina niðurstøðu við útgangsstøði í einum ella tveimum mánaðum, tað ber ikki til. Men eftir hálvum ári eiga vit at fáa eina hóming av í hvønn mun nýggja skattskipanin hevur broytt fortreytir landkassans.

Halda inntøkumetingarnar? Hvussu stórur partur av skattalættanum er komin í umfar, eru fólk hildin uppat at gjalda inn til uppsparing , taka fólk pensjónina út, osfr.

Fíggjarlógin

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 varð samtykt í januar við einum halli uppá 365 mill krónur. Samgongan hevur sett sær fyri at fáa hallið burtur í seinasta lagi 2015. Í mun til tær 460 sum vóru í uppskotinum , vendir hetta rætta vegin. Men vitandi um at útreiðsluvøksturin, bara á eldraøkinum, veksur við einum 50 mill komandi ár, so skulu tøk takast.

Hóast hallið er eitt faktum, ið vit mugu fyrihalda okkum til, tykjast summir flokkar at flyta fokus og proklamera seg við, at pengarnir eru betri farnir alla aðrastaðni enn í landskassan. Men tað eru eisini flokkar, sum ikki renna undan ábyrgd. Tí verður neyðugt alla tíðina at hava fokus á hallið.

Um hallið skal burtur eru tríggir møguleikar : fleiri inntøkur, almennar skerjingar, ella bæði. Tað seinasta er tað mest realistiska. Vit hava møguleikan at økja um inntøkurnar, samstundis sum vit tálma útreiðslunum. Hetta verður tann størsta avbjóðingin hjá hesi samgonguni. 

Ríkisveitingin

Í samband við blokkstuðulin varð niðurfelt í samgonguskjalið, at løgmaður skuldi royna at fáa semju um at prístalsregulera ríkisveitingina. Hetta kundi í besta føri geva smár 200 milliónir. Dagarnar frammanundan, at løgmaður skuldi fundast við forsætismálaráðharran, var ríkisveitingin fyri í tinginum.

Samgongumenn mundu dottið um hvønn annan, sum teir runnu uppá talarastólin í eini roynd at fáa politiska fyrigeving. Neyðugt varð at almannakungera sína støðu. Og sannføra sínar veljar um, at hetta var ímóti teirra vilja, og hvussu illa hetta smakkaði.

Meðan ríkiumboðsmaðurin breyt vakt fyri at notera tað, sum noterast kundi frá tingfundinum. Sum jú er hansara uppgáva. Hetta so at statsministarin kundi verða fyrireikaður at taka ímóti løgmanni.

Hetta gjørdi ikki fortreytirnar hjá løgmanni lættari.

Vit kunnu sostatt staðfesta, at blekkið á samgonguskjalinum var ikki torna, tá samgongufólk gingu ímóti, ella settu til viks ta, sum tey sjálv høvdu samtykt!

Tilfeingisgjald

Seinastu dagarnir er tónalagið hert, og samgongumenn eru vorðnir meir avgjørdir, nú støða skal takast til tilfeingisgjald. Hvussu leikur verður, fer tíðin at vísa.

At landsstýrisfólk ikki skulu ditta sær at hava eina valgrundaða meining um málsøki hjá ørðum landsstýrisfólkum, í hesum føri tilfeingisgjald, átti ikki at verið ein trupulleiki. At almenningurin verður kunnaður og kann gera sínar niðurstøður út frá tølum, kann aldrin blíva ein trupulleiki. At verða ílatin til eitt orðaskifti tænir bara málinum.

Stóri trupulleikin er, at hesi málsøki, sum liggja so tætt uppat hvørjum øðrum, ongantíð skuldu verið skild sundur. Vinnumál og fiskivinna hoyra natúrligt saman.

Kommunubygnaður

Tað næsta stórmálið , sum liggur fyri framman, er kommunubygnaðurin. Uppskot til nýggjan kommunureform er til hoyringar hjá flokkunum. Tá hetta er eitt uppskot til kunngerð, kemur tað ikki í tingið aftur. Fleiri álit eru skrivað seinastu árini, so málið skuldi verið væl lýst. Hóast uppskotið er væl lýst, hevði tað tænt endamálinum, um vit høvdu eitt orðaskifti um uppskotið soleiðis sum tað nú fer til fólkaatkvøðu. Men hetta er ikki møguligt.

Tey seinastu árini hevur nógv verið tosað um reformar av ymiskum slag. Skúla-, eldra-, pensiónsreformur. Alt hetta kann bara gjøgnumførast og leggjast út á kommunurnar, um eindirnar verða størri. Ì hvønn mun samgongan dregur somu línu í hesum máli, má tíðin vísa. Hetta fara vit uttan iva at hoyra meir um komandi vikurnar í fjølmiðlunum.

Samanumtikið kann sigast, at ósemja er í samgonguni um nøkur av stórmálunum, nú teir fyrstu hundrað dagarnir nærkast. Men samgongan hevur staðið saman. Hvusu leikur fer teir næstu dagarnar, má tíðin vísa. Men vist er tað, at stórar avgerðir liggja fyri framman. ” Livst so spyrst”.

Eivin H. Jacobsen

Tingmaður Sambandsfloksins