Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Teinæringurin doyptur og flotaður

Teinæringurin, sum eitt áhugafelag í Havn hevur latið smíðað, varð doyptur á hátíðarhaldi Úti í Bakka ólavsøkuaftan. Báturin fekk navnið ”Royður” og varð síðani flotaður. Einir 30 mans vóru umborð á bátinum á fyrsta almenna túrinum, sum gekk yvir undir Vippuna á Eystaruvág og út á Molan vestanfyri.

20 mans sótu til árar og ferðin royndist væl. Hóast vektin var í størra lagi gekk hann meir enn seks míl.

Fitt av fólki va rkomið saman á Rasmusarbrúgv Úti í Bakka, har Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini, helt røðu, áðrenn abbasonur Óla Mikkelsen, Markus, avdúkaði navnið.

Í røðu síni segði Jógvan Arge m.a:

”Tað er mær ein heiður hendan ólavsøkuaftan at siga nøkur orð, nú Føroya størsti føroyski bátur verður drigin á sjógvin. Hetta er eitt vælaverk, sum tænir tykkum stigtakarum og bátasmiði til heiðurs, og vónandi verður hetta átak til íblásturs og stuttleika í komandi árum.

Teinæringurin hevur tíggju árapør. Tað vil siga, at tjúgu mans kunnu rógva hann. Vit vita kanska ikki so nógv um føroyskar bátar størri enn seksæringar, men okkurt kent dømi sigst vera um teinæring í Føroyum. Hann skuldi vera í Mykinesi, kanska fyri ár 1600, og varð brúktur til handilsferðir til Havnar og jólaferðir til Eiðis.

Tann teinæringurin hevði sambært Abrahami í Abrahamsstovu 18 árar. Hann hevði ikki tollar, men ringar í stokkinum, og havnarmenn kendu glintini frá honum langan veg, tá hann legði inn her á vágirnar við vørum og eftir vørum frá kongliga handlinum. Tá glintini vóru at hoyra, søgdu havnarmenn: Nú koma Mykinesmenn.

Víkingaskip kanska tað næsta

Eg skal ikki róta meg út í nakra vísindaliga forkláring upp á teinæringar í gamla norrøna samfelagnum, men bara staðfesta, at tað er ikki óhugsandi, at júst hendan bátastøddin hevur verið ein, sum føroyingar hava brúkt, tá teir fóru til handils í Bergen í fjarum øldum. Úr Noregi vita vit t.d., at tað var ikki óvanligt, at norskir teinæringar høvdu bæði kahytt og hálvdekk, og sostatt væl egnaðir til ferðir um høv.

Tað er allan heiður vert, at vit hava áhugafeløg og áhugamenn, sum vilja hjúkla um søguna hjá føroyska bátinum og minnið um hann. Tað er ein partur av okkara samleika – ikki minst á ólavsøku – og spurningurin er, nær vit ditta okkum til at smíða okkara egna víkingaskip. Løgið er tað, at vit onki hava her mitt úti í Norðurhøvum, her víkingaskipini ferðaðust fríð í øldir.

Bátasmiðjurin Kaj Hammer

Hetta projektið hevur tikið sína tíð. Bátasmiðjurin Hanus úr Skúgvi gjørdi modellið á sinni. Hugsjónarmaðurin Óli Mikkelsen skaffaði tann úrvalda viðin til teinæringin úr Noregi fyri eini 10 árum síðani. Stígur var leingi í byggiætlanini, og viðurin hevur ligið á goymslu, til bátasmiðjurin Kaj Hammer átók fyri egna rokning at smíða teinæringin.

Hann hevur havt innivist á timburverkstaðnum hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Tað hevur sanniliga verið viðkomandi, tí forloyparin fyri Tórshavnar Skipasmiðju var júst bátaverkstaðurin hjá Kjartani Mohr í Sjarpholinum.

Kaj hevur ikki kynstrið frá fremmandum. Ongin uppgáva er ov stór og ongin er ov lítil. Pápi hansara var kendi bátasmiðjurin Andrias Hammer, sum búði við Toftavatn. Eins og allir synir hansara dugdi hann alt til hendurnar.

Hesin báturin er prógvið um ta stóru uppgávuna. Um tað lítlu uppgávuna kann eg nevna, at eg sum smádrongur trongdi til at verða kliptur ein skírismorgun, eg var staddur inni á Skálafjørðinum. Leiðin gekk út á Toftavatn, har sjálvur Andrias Hammer snøggaði mær um høvdið.

Vælvild frá kommununi

Nú er teinæringurin her og nú skal hann royna bæði flogið og flotið. Uppgávan er eitt nú at halda lív í nýtsluni og veita honum eitt hóskandi innivist. Tað rokni eg við, at felagið aftan fyri bátin fer at loysa við hegni, og tað skal ikki standa á vælvild frá Tórshavnar býráð.

Við hesum orðum fari eg vegna Tórshavnar kommunu, havnarfólk og ólavsøkugestir at ynskja tykkum til lukku við hesum forkunnuga mentanarliga projekti og góða eydnu við bátinum. At enda haldi eg, at vit skula rópa eitt leingi livi fyri stigtakarum, bátasmiði, báti og manning, segði Jógvan Arge.

---