Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Team Rynkeby Føroyar stuðlar nú eisini børnum við álvarsligum hjarta- og lungnasjúkum

Frameftir fara føroysku súkklararnir í teimum eyðkendu gulu Rynkebytroyggjunum at súkkla til frama fyri enn fleiri sjúkurakt børn í Føroyum. 
 
TEAM RYNKEBY FØROYAR Tíðindaskriv: 

Team Rynkeby Føroyar stuðlar nú eisini børnum  við álvarsligum hjarta- og lungnasjúkum 
 
Frameftir fara føroysku súkklararnir í teimum eyðkendu gulu Rynkebytroyggjunum at súkkla til frama fyri enn fleiri sjúkurakt børn í Føroyum. 
 
Team Rynkeby Føroyar, sum seinastu trý árini hevur súkklað til París, fyri at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra, víðkar nú sítt stuðulsvirksemi. 
 
Ítøkiliga merkir tað, at frameftir fara børn við lívshóttandi hjarta- og lungnasjúkum eisini at fáa fíggjarligan stuðul. 
 
Hetta er í góðum samljóði við endamálið hjá Team Rynkeby, ið er at stuðla børnum við lívshóttandi sjúkum. 
 
Føroyingar hava tikið ómetaliga væl ímóti Team Rynkeby Føroyum og arbeiðinum við at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra. Higartil hava føroyingar stuðla við tilsamans 3 mió. krónum. Vónandi fara fólk eisini at taka væl undir við, at stuðulin eisini fevnir um børn við lívshóttandi hjarta- og lungnasjúkum.  
 
Stuðulin, sum føroyska Rynkeby-liðið savnar inn, fer m.a. til familjur, ið eru noyddar at fara av landinum fyri at fáa viðgerð til sjúk børn. Ein stórur partur fer eisini til gransking innan tey sjúkuøki, ið verða stuðlað. 
 
Hópurin, ið fer avstað komandi summar er longur farin undir venjingarnar. Tilsamans fara 50 súkklarar og 10 hjálparfólk til París í juli mánað.