
Á móttøku á Reinsarínum 10. september handaði Team Rynkeby Føroyar Krabbameinsfelagnum stórfingna peningagávu.
Fyri nøkrum árum síðani, er óivað onkur, sum hevur droymt:
Hugsa tær, at tað hevði borið til at lætt um hjá teimum børnum, sum hava krabbamein.
Hjálpt teimum og familju teirra.
Stuðlað teimum fíggjarliga, tá ið tey mugu av landinum at fáa heilsubót.
Kanska kunna givið teimum okkurt, sum ger, at tey hugsa um okkurt heilt annað enn sjúku, hvítar blóðkroppar, vaml ella møði.
Kanska sleppa at ferðast í okkurt annað land.
Ella kanska savnast í Føroyum, verða forkelað, kanska kunna práta um tað, sum pínir, men kortini gagnar at práta um.
Hetta eru dreymar, sum eru vorðnir veruleiki. Og tøkkina eiga tit, Rynkeby-súkklarar og hjálparfólk. Tit hava savnað næstan eina millión um árið seinastu árini. Tað er nógvur peningur.
Onkur klók kona, ella var tað maður, skal hava sagt, at peningur er einki verdur, fyrr enn hann verður brúktur.
Peningurin, tit hava fingið til vega, er higartil mest brúktur til:
* fíggjarligan stuðul til børn, sum hava fingið krabbamein og familju teirra. Tað ber til at geva so mikið stórar upphæddir, at tær gera mun.
* ein túr til Edinburg, fyri familjur við børnum, sum hava ella hava havt krabbamein. 23 fólk høvdu ein stak góðan túr, har tey upplivdu alt møguligt.
* familjudag á háskúlanum.
Tað er gott at kunna hjálpa og lætta um hjá teimum børnum, sum hava ella hava havt krabbamein, hjá familju teirra og hjá teimum, sum hava mist eitt barn.
Hægsta málið er, at eingin skal fáa krabbamein. At krabbameinsgátan verður loyst.
Tíbetur eru fólk til, sum elska at loysa gátur. Og nú hava tit savnað so mikið nógvan pening, at tað ber til at stuðla granskingarverkætlanum. Onkur hevur spurt seg fyri og vónandi verður ikki alt ov leingi, til innsavnaði peningurin eisini verður brúktur at granska í krabbameini hjá børnum.
Tit, sum hava súkklað til París: tað, tit hava gjørt, er eitt megnar avrik.
Og so at vita, at hetta eftir øllum at døma verður ikki seinasta samkoma av hesum slagi, tí næsta Rynkeby-liðið er sett og bæði súkklarar og hjálparfólk eru klár at fara undir venjingina. Nøkur fyrstu ferð og onnur aðru ferð og meiri enn tað. Takk, at tit soleiðis hava gjørt av at stuðla børnum við krabbameini og familju teirra.
Fært tú krabbamein, hevur tað alt at siga, at tú hevur dyggar stuðlar. Rynkeby-súkklarar hava eisini brúk fyri stuðlum.
Tit, sum hava stuðla fíggjarliga: 1000 takk fyri stuðulin.
Og so er tað tit, sum varða av, sum eiga ein Rynkeby-súkklara ella hjálpara.
Tað krevur eisini sítt. Takk fyri tykkara stuðul.
Fyri Krabbameinsfelagið takki eg tykkum øllum hjartaliga.
Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum