Tappaði streym frá Runavíkar kommunu
Perla: Ha, ha, eg eri í Elduvík og royni nýggja kampingvognin, segði Jón Nolsøe Olsen, seinasta leygardag, og legði so flennandi aftrat, at eg standi uppímóti el-steyranum, men tori ikki at binda í, ha, ha. Hann visti eisini at siga, at hann nú var í Runavíkar Kommunu. Oyggjatíðindi 1. september 2006.
Oyggjatíðindi kannaði málið, fór á staðið, og jú, Jón Nolsøe Olsen, hevði fest »startkaplarnar« til el-steyran.
Býarverkfrøðingurin í Runavík, Jógvan D. Jacobsen, sigur, at býráðslimurin í Fuglafirði, ikki hevur fingið loyvi at binda í pelan. Málið verður nú kannað...
Seinasta leygardag ringdu vit til Jón Nolsøe Olsen, býráðslim í Fuglafirði, fyri at fáa viðmerkingar um, at hann sat báðumegin borðið, tá hann og konan róku Pizzaria í ítróttarhøllini á Kambsdali, har tað skuldi vísa seg, at tað bæði hevði verið trupulleikar við elrokningini og við burturkasti av ruski.
Vit skulu ikki her endurtaka hetta mál, bara staðfesta, at Oyggjatíðindi við myndum prógvaði mikudagin, at býráðslimurin leyg um burturbeiningina av ruski, og at ítróttarhøllin hevði goldið el-rokningina fyri alla høllina - eisini matstovuna, men at hetta varð broytt, so hvør parturin betalir sítt forbrúk.
Í royndum okkara, at avdúka enn meira um kommunugøluna í Fuglafirði, bendi Jón Nolsøe Olsen, okkum, uttan at vita tað, inn á eina aðra gølu, sum hann sjálvur átti høvuðsleiklutin í.
Sum víst á í inngang-inum, so avdúkaði býráðslimurin, at hann royndi kampingvognin, og at hann var staddur í Elduvík, sum liggur í Runavíkar kommunu.
Hann gjørdi gjøldur burturúr, at hann stóð við el-pela, sum hann ikki hevði bundið kamparin til.
Tað helt ikki bara Jón vera stuttligt. Í bakgrundini hoyrdist fleiri flenna.
Vit á Oyggjatíðindum, sum kortini ætlaðu okkum til Fuglafirðar, valdu at leggja leiðina umvegis Elduvík.
Har staðfestu vit, at Jón Nolsøe Olsen, hevði sett sín bil frammanfyri kamparan, og at hann hevði fest »start-kapulin« til elsteyran.
Men av tí, at børn vóru inni í »summarleguni« hjá Jón, valdu vit ikki at konfronterað býráðslimin á staðnum. Tað vildi kanska virkað pínligt, og her á blaðnum taka vit hædd fyri slíkum.
Komin aftur til Havnar, ringdi blaðið aftur til Jón Nolsøe Olsen og konfronteraði hann við veruleikan, at hann kortini hevði bundið í el-pela hjá Runavíkar kommunu.** Nú var Jón Nolsøe lítillatin, og kundi ikki afturvísa fakta - hevði onga viðmerking, men tað hevði býarverkfrøðingurin í Runavíkar kommunu, Jógvan D. Jacobsen.
Vit vildu vita um býráðslimurin í Fuglafirði, Jón Nolsøe Olsen, hevði nakra avtalu um at binda í elsteyran í Elduvík.
- Nei, tað hevur hann ikki, mær vitandi. Býarverkfrøðingurin metir støðuna álvarsliga, og sigur, at kommunan hevur havt trupulleikar við t.d. í bátahylinum, men brúk av streymi til bátar er nú í einari serligari gjaldsskipan, sum virkar eins og telefonkort.
Soleiðis hevur Runavíkar kommuna gjørt sær ómak at sleppa undan at gjalda streymnýtsluna hjá øðrum.
Jógvan D. Jacobsen, býarverkfrøðingur í Runavíkar kommunu, undrast kortini yvir, at kommunan ikki hevur fingið nakra melding frá heimildarmanninum í Elduvík, sum hann kortini ikki nevndi navni á.
- Hetta mál verður nú kannað, men hvat víðari kann henda, visti býarverkfrøðingurin ikki.
Til samanberingar kann sigast, at ein suðringur, sum hevði tappað streym, bleiv dragsaður gjøgnum alla rættar-skipanina.
Tað vakti miklar yvirskriftir millum »frelstar « fríplássjournalistar o.a., sum annars bara viðgera yvirornaði viðurskiftir, hvørs størsta yvirskrivt hesa vikuna hevur verið, at føroyingar drekka sjey litrar av reinum alkoholi, og at Føroyar skulu hava limaskap í WHO.
Tað er væl skiljandi, at SvF og ÚF o.a. mugu lýsa við sínum tíðindasendingum.
Áhugin fyri hesum undirhaldi gerst bara minni og minni.
At vera láturverji hevur so sanniliuga sín prís, sum kann verða munandi dýrari enn halt-kjaft bommuni frá maktini.