Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Her síggja vit tey sita í Zarepta, har tey lógu verðurføst í tveir dagar.
Ferðaleiðararnir , Anita og Oddmar, sita eisini har.

TANNÁRINGAR Í MISSIÓN - Moldova og Albanien

Í døgunum 16 – 27 juli koma 22 føroyskir tannáringar at vitja í so fjarskotnum londum sum Albanien og Moldova. Tað gongur tó ikki altið eftir ætlan. 

Poul Jóhan Djurhuus, Glyvrar
gjaranes@gmail.com
Tlf: 228314
skrivað: pjd 19.07.2018

Meiningin var, at tey skuldu fara úr Føroyum seinasta leygardag, 14. juli, við flogfari til Keypmannahavnar, og síðani við flogfari beinleiðis úr Keypmannahavn ávíkavist til Albanien og Moldova. 

FERÐAFORINGAR
Liðið, sum skuldi til Moldova, fór tó úr Føroyum til tíðina og er komið í øllum góðum til Moldova, men liðið, sum skuldi til Albanien, og sum hevði ferðaseðil við SAS, kom at liggja veðurfast í Vágunum frá leygardegnum til mánamorgunin. Tey fingu  umbookað ferðaseðilin til Atlntasflog, og tí komu tey avstað mánamorgunin. Tey gistu eina nátt í Kristnastovu í Keypmannahavn. Tey fóru úr Keypmannahavn við flogfari via Rom til Albanien, har tey lendu, eftir nógvar ferðaforðingar, týskvøldið kl.20.30.
  
FERÐALEIÐARAR
Við í ferðalagnum eru ferðaleiðararnir Anita og Oddmar Tausen, sum vera við í Albanien, meðan ferðaleiðararnir Tanja Mortensen og Jónleif Danielsen vera við í Moldova. Anita skrivar soleiðis á facebook, eftir at tey eru komin til Albanien: “So komu vit loksins fram til Albanien. Vit eru mega móð nú, men fara til verka kl.08:45 mikumorgunin!”  

TIM
Tað er missiónsfelagsskapurin TIM (Teens In Missions/Tannáringar Í Missión) sum stendur fyri arbeiðinum, og sum er ein felagsskapur undir stóra altjóða Missiónsfelagsskapinum Operation Mobilsation (OM). 

FÁTÆKAR FAMILJUR
Føroysku tannáringarnir koma, saman við føroysku ferðaleiðarum sínum, at arbeiða millum fátøk Zigoynarabørn og Zigoynarafamiljur. Í Albanien kemur liðið at arbeiða í býnum Lushjne, har tey koma at hava summarlegu fyri umleið 60 børnum. Eisini koma tey at vitja fátækar Zigoynarafamiljur við mati og klæðum. 

Tey hava við sær úr Føroyum hópin av bundum lutum, sum t.d. hosur, skóleistar, turriklæðir, húgvur o.a. Eisini koma tey at vitja samkomur, har tey koma at taka lut í sangi og vitnisburði.