Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TANN UMVENDA ROBIN HOOD SØGAN

Hetta er ivaleyst tann mest einfaldi háttur at lýsa støðuna í dag. Hendan samgongan tekur frá teimum veiku til at lata teimum bólkum sum eru væl betri fyri. Tann vanliga burturforkláringin er, at tey fara at gera íløgur í vinnulívið so tað forslær, og vit skapa soleiðis nýggj arbeiðspláss. Eg eri heilt greiður yvir, at teir trúgva hesum ikki somikið sjálvir, at teir írokna hetta tá ymiskar framrokningar verða gjørdar. Munnu teir ikki eisini vita, at hendan eykagávan teir geva teimum, verður nýtt til nýtslu og uppsparing? Innflutningurin av luksusvørum av bilum, merkiklæðum, channel no.5 o.l., Louis Vuitton og Prada taskum, og einkultum stuttleikabátum verður øktur, og er beinleiðis til skaða fyri handilsjavnvágina. Og tað er ikki flakakvinnan í Leirvík ella Klaksvík, ei heldur Kalli Katt, ið leggja seg eftir hesum vørum.

Formaðurin í valfelag fólkafloksins hevur júst verið frammi og sagt, at tað skal loysa seg at arbeiða, men eg ivist ikki í, at tað eru aðrir mátar at gera hetta uppá, uttan at venda Robin Hood á høvdi, við flatskattaskipaninni, tí hon gagnar einans teimum sum eru væl fyri, og hini mugu gjalda. Læraraparið á studentaskúlanum kunnu t.d. siga, at nú tað loysir seg at arbeiða meira, skulu vit so ikki fara at arbeiða 21-22 tímar um vikuna, tímalønin(45 min.)er umleið 1600-1700 kr., so kunnu vit keypa soninum ein bil, so vit hava okkara(hvør sín) í friði? Og við hesi undurfullu skipan kunnu vit eisini bjóða foreldrunum við í summarfrí. Í somu grein bukkar og nígar hann fyri makkaraparinum í landsstýrinum, og tvíheldur um, at hesir er tað besta sum er hent Føroya landi, og at niðurgerðingin av tí veika fólkinum má, fyri alt í verðini, halda fram.” Peningur skal ikki brúkast til fólk, ið ikki tíma úr songini”, og her sker hann øll yvir ein kamb: Pensjónistar, fyritíðarpensjónistar, arbeiðsleys, einligar mammur og pápar, avlamin og óhjálpin fólk, sálarliga sjúk, og so sosialt niðurkomin fólk. Ja, hetta er komandi umboð hjá hesi samgongu.

Eg má so spyrja, hvar er tann sosiala skráin hjá samgonguflokkunum? Teir smáu flokkarnar kann mann loypa um, men hvat við teimum størri. Sambandsflokkurin hevði fyrr eitt sokalla sosialt bein at standa á, men høgrasneiðingin er vorðin so ógvuslig, at tann sosiali parturin er horvin. Fólkaflokkurin hevur ongantíð havt hetta í síni skrá, tí teirra filosofi er: at tað sum ikki kann standa má falla. Tað er beinleiðis ófatiligt, at teir lata ein part av fólkinum bara fara fyri skeyti, tí vit hava annað at brúka pengarnar til. Tað er sera lítð føroyskt háttalag teir sína, hvørs eyðkenni jú eru, at hjálpa hvørjum øðrum, við tí politikki sum verður framdur í verki.

Um tað er teirra ætlan at skapa A og B borgarar, so má mann nokk siga, at tað hevur eydnast til fulnar. Men tað er framvegis millum tey fólk, ið eru uppaftur betri fyri av skattaskipaninni, fleiri, ið ikki halda tað er rætti vegurin at ganga, og føla seg beinleiðis illa. Men hjá hesum er ikki so nógv at gera tí lóg er lóg. Tað er sjálvandi ikki bara flatskatturin tað snýr seg um, tá tey veiku verða rakt, men eisini tann nýggi hátturin almannastovan arbeiðir eftir, har aftur teir veikastu bólkarnir verða raktir. Tað tykist fyri mær sum, at hvørja fer teir báðir ísakaldu floksformennirnir siga seg gera átøk, at fáa Føroyar aftur á beint, at rætta skútana upp, at fáa skuldina burtur, so gongur tað útyvir tann veikasta partin av føroyingum. Tað er sera løgið, at hugflogið røkkur bara har til.

Um nakrar fáar dagar heldur løgmaður sína Ólavsøkurøðu, har komandi politikkurin verður lýstur. Spennandi at fáa at vita um niðurgerðingin av teimum veikaru bólkunum ferð at halda fram, um tann stættargjógv teir hava skapt, skal halda fram, og kanska økjast, við fleiri gávum til tað “betra” fólki, og ikki minst til vinir og kenningar. Sjálvt um tað eru røddir í samgonguni sum eru ivasamar um gongdina, verða hesi neyvan hoyrd, tí tað er ein klika í toppinum, ið orða skránna. Eg eri tíverri bangin fyri, at tann øgiliga høgrasnaring sum er byrjað fer at halda fram. Livst so spyrst.

Góða Ólavsøku.

Levi Mørk