Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tann tvørligi opinleikin

Starvsmannafelagið mótmælir hvassliga, at Johan Dahl, landsstýrismaður talar fyri at skerja innlitslógina, tí at hon er ov víðgongd og orkukrevjandi. Sum ráðharri fjølmiðlanna eigur løgmaður at sláa fast, at talan verður ikki um, at skerja opinleikan og gjøgnumskygnið í almennu fyrisitingini

Lógin um alment innlit er ov víðgongd og eigur at vera herd, tí hon gevur ikki fyrisitingini arbeiðsnáðir og er ov arbeiðskrevjandi. Hetta heldur landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum hevur kunngjørt sínar taknar um opinleikan í almennu fyrisitingini í Radaranum og í almennum lesarabrævi hesa vikuna.

Sum fakfelag hjá journalistum og starvsfólki annars í Kringvarpinum vilja vit hvassliga mótmæla tann hugburð, sum landsstýrismaðurin gevur til kennar og mæla til, at løgmaður alment tekur frástøðu frá hesum tankum.

Bundin av hægri lóg

Rætturin til skjalainnlit í almennu fyrisitingina er eitt ta týdningarmesta amboðið í arbeiðnum hjá fjølmiðlunum. Uttan skjalainnlit ber illa til at tosa um veruligt pressufrælsið, sum sambært mannarættindasáttmálanum er ein grundfortreyt fyri øðrum frælsisrættindum í okkara fólkaræði.

Tí er upplýsingarfrælsið og rætturin hjá fjølmiðlunum at útvega sær upplýsingar hjá tí almenna so týdningarmikil, at tey eru vard í fleiri altjóða sáttmálum. Bæði í ST og í Evroparáðnum, sum fyri fáum árum síðani samtykti ein sáttmála um rættin til skjalainnlit hjá almennum myndugleikum.

Møguleikin at royna tað, sum fyriferst á afturlatnum ráðharrastovum og aðrastaði í fyrisitingini liggur somuleiðis sum ein grundtóni í teirri ríkisgrundlóg, sum Johan Dahl ivaleyst man taka undir við.

At skrúva tíðin aftur við at skerja rættin til alment innlit verður sum at innføra óbeinleiðis sensur. Og hettar letur seg neyvan gera, uttan at koma í krambolasju við hægri lóg. Hvussu fegin landsstýrismaðurin enn kundi hugsa sær hetta. Fyri arbeiðsfriðin skyld.

Misvísandi útsøgn

Í Radaranum vildi Jóhan Dahl vera við, at føroyska innlitslógin er ov víðgongd. Hann vísti til nýggju donsku innlitslógina, sum honum dámdi betri, eftir sum lógin eftir hansara tykki gevur fyrisitingini betri arbeiðsfrið.

At nýggja danska innlitslógin bara er eitt afturstig fyri opinleikan í almennu fyrisitingini er tó ein misskiljing.

Rætt er tað, at nýggja danska innlitslógin er herd á tann hátt, at hon víðkar rættin hjá ráðharrum at halda ávísum skjølum aftur, sum ferðast millum eittnú ráðharrastovur og undirlagdar stovnar. Sum skilst er tað hettar, landsstýrismaðurin kundi hugsað sær at vit fingu í Føroyum. Hóast tað varð júst hetta sum mikil orðadráttur stóðs av í Danmark, og sum summi meta kann vera í stríð við nýggju konventiónina hjá Europaráðnum um alment innlit.

Tað, sum Jóhan Dahl ikki nevndi er, at nýggja danska lógin eisini hevur eina røð av broytingum, sum eru eitt framstig fyri opinleikan og fjølmiðlarnar.

Lógin hevur m.a. fingið eina endamálsgrein, sum í § 1 sker út í papp, at endamálið við lógini er m.a. at stuðla undir upplýsingar- og talufrælsið og eftirlitið við almennu fyrisitingini. Slíka endamálsgrein - ið talar beinleiðis og greitt fyri opinleika og upplýsingarfrælsi - hevur tann føroyska innlitslógin ikki.

Eisini er beinleiðis lógarfest, at myndugleikarnir hava skyldu, at taka støðu til, um teir kunnu lata pressuni meira innlit, enn hon hevur rættarkrav um. Tá myndugleikarnir meta um hettar meirinnlit hava teir somuleiðis skyldu at leggja serligan dent á pressufrælsið, júst sum mannarættindakonventiónin leggur upp til í grein 10. Eina sovorðna skyldu at meta um meirinnlit – sum talar greitt fyri opinleika og pressufrælsi – hava vit heldur ikki í Føroyum.

Ei heldur nevndi landsstýrismaðurin, at eittnú notatskyldan og ikki minst tann týdningarmikla svarfreistin í innlitsmálum, eru strammað upp í donsku lógini. Eisini hettar verður mett sum eitt framstig fyri tey ið vilja hava opinleika í fyrisitingini.

Samanumtikið er tað meira enn ivasamt um Jóhan Dahl og hansara fólk høvdu fingið meira frið fyri pressuni, um danska lógin varð sett í gildi í Føroyum. Men eftir øllum at døma eru tað bert herðingarnar í nýggju donsku lógini, sum hava fangað hansara áhuga og ikki liberaliseringarnar í lógini.

Ófrættakendur hugburður

Johan Dahl sigur seg vilja skerja týdningarmesta amboðið hjá pressuni, so fyrisitingini ikki verður so nógv tyngd av innlitsumbønum.

Til hetta er at siga, at víst geva innlitsumbønir umsitingini eyka arbeiði. Og tað skulu tær. Arbeiði at veita alment innlit er minst líka týdningarmikið, sum alt annað arbeiði, sum embætisfólkini gera fyri Jóhan Dahl og hini landsstýrisfólkini. Arbeiði hjá fyrisitingini eigur at tola dagsins ljós og lógin tryggjar longu sum er, at opinleikin ikki verður so stórur, at tað umsitingarliga maskinaríið steðgar upp.

Uttan gjøgnumskygni og opinleika í almennu fyrisitingini kann alt annað fyri sovítt gera tað sama.

Tá hava vit ikki fólkaræði. Tá hava vit einaræði.

Tí kennist tað ófrættakent, tá ið ein landsstýrismaður fer at tosa um, at alment innlit er ov tvørligt fyri umisitingina og at lógin eigur at verða herd.

Sum felag hjá journalistum og starvsfólkum annars í KvF vilja vit tí heita á løgmann - sum ráðharra fjølmiðlanna - um alment at taka frástøðu frá úttalilsunum hjá Jóhan Dahl. Hetta so, at vit kunnu kenna okkum vís í, at talan bert er um úttalilsini hjá einum landsstýrismanni. Og ikki um støðuna hjá løgmanni og eini heilari samgongu.

Súni Selfoss, næstformaður

Starvsmannafelagið