Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tann sterkasti vinnur og Føroyar tapa

Tórshavnar kommuna er í íløguhýri. Bygningarnir hjá Bank Nordic eru keyptir fyri næstan 100 mió. krónur, nýggj brúgv skal gerast um Sandá fyri meira enn 50 mió. krónur, ynski er um ein 1.200 metrar langan tunnil inni í Havnini, útstykkjast skal í Kollafirði og havnalagið skal útbyggjast fyri hundraðtals mió. krónur (bara fyri at nevna nakrar av yvirskriftunum hesar seinastu tvær ella tríggjar vikurnar). Og nú talar Norðlýsið at. John William Joensen skrivar, at vit mugu fáa eina fíggjarliga javning millum kommunur, og tað skal vera NÚ!

Eg kann ikki annað enn vera samdur í tí, at íløguætlanin hjá Tórshavnar kommunu sær ógvuslig út, men hinvegin, so ber illa til at nokta eini kommunu at brúka pengar, sum hon hevur tøkar. Tíðin má tí vera komin, har ið vit sum samfelag taka støðu til, um øll bara skulu hyggja eftir sær sjálvum, tá íløgur verða gjørdar, ella um vit skulu hyggja eftir øllum tí føroyska samfelagnum sum eini heild. Velja vit fyrru loysnina, so fáa vit nógvar dupultfunktiónir, samstundis sum aðrar tænastur fara at mangla í samfelagnum.

Sjúkrahúsøkið

Eg loyvdi mær at skriva eitt lesarabræv í farnu viku, har eg vísti á, hvussu neyðugt tað er at skipa okkara samfelag við einum sjúkrahúsi, heldur enn trimum, men tað fekk ikki góða móttøku í Norðlýsinum. John William skrivaði eina lítla facebook-viðmerking niðanfyri greinina, har hann segði, at eg hevði misskilt støðuna, og tí loysti tað seg ikki at gera stórvegis viðmerkingar til tað, sum eg hevði skrivað. Men nú er støðan ein onnur, tí nú er tað Tórshavnar kommuna, sum eigur leikin í hesum løgna talvinum, har hvør dergur til sín.

Pengar og politikkur

Eg veit ikki, nær føroyingar fara at skilja, at Føroyar eru eitt lítið, fjarskotið samfelag, har øll mugu standa saman, fyri at fáa tingini at virka. Vit mugu koma burturúr tí støðuni, har tann sum hevur maktina (peningaliga ella politiskt) dregur alt til sín, heldur enn at vit seta okkum niður og finna útav, hvussu vit vilja hava Føroyar at síggja út.

Vit hava trý sjúkrahús, tí at politiska maktin ger tað ómøguligt at fáa aðrar loysnir ígjøgnum. Tórshavnar kommuna fær allan farmaflutning, tí tann peningaliga maktin ger tað møguligt at byggja havnarløg. Tann sterkasti vinnur tann lokalpolitiska dystin, og samfelagið Føroyar verður ikki skipað sum ein heilt. Har fleiri eru sterk, fáa vit dupultfunktiónir, og har eingin er sterkur, fáa vit einki.

Saman at halda...

Spurningurin er, um vit vilja hava eitt samfelag, har borgarin hevur atgongd til allar tænastur, (um enn ikki altíð beint uttanfyri úthurðina) ella vit vilja hava 30 sjálvstøðug kommunal samfeløg, har tú hevur styttri veg til tær tænasturnar sum eru, men har tað eisini eru nógvar tænastur, sum tú als ikki fært.

Fyri mær er eingin ivi. Vit mugu skipa hetta samfelagið sum eina heild.

Helgi Abrahamsen

Løgtingsmaður