Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tann mennandi høvuðsstaðurin

Tíðargrein: Danski høvuðsstaðurin prógvar í stóran mun okkara páhald um tað neyðuga í at hava ein sterkan høvuðsstað, sum ikki kappast við okkara egna útjaðara, men mennir seg í kappingini við stóru býirnar í grannalondunum.

Ofta ljóðar, sum politikkarar bara tosa um at fáa fólk í útlegd og lesandi heimaftur til Føroya, so eru allir trupulleikar loystir. Tað skulu vit eisini gera, men av nógv størri týdningi er, at hjúkla um tey, sum eru her, sum búgva her og sum arbeiða her. Okkara ungu, sum í løtuni byggja okkara land upp og skapa og tryggja okkum framtíðina.

Vit vita, at tá tað fyrr nærum bara vóru vinnukarmar og vinnumøguleikar, ið avgjørdu, hvar fólk valdu at seta búgv, er tað í dag í stóran mun vitanarvinna og mentan. Vit síggja eisini í kanningum, at ungdómurin í útlegd treytar sær at búgva í høvuðsstaðnum, um og tá hann kemur heimaftur. Tí kappast vit í okkara planlegging ikki við onnur støð í Føroyum, men móti útlandinum, sum í rættiliga stóran mun kann drena okkara samfelag fyri serkunnleika.

Áhugavert er at samanbera við danska høvuðsstaðin. Donsku serfrøðingarnir tykjast samdir um, at ein sterkur høvuðsstaður dregur til sín útlendskar íløgur. Hesar íløgur avgera í stóran mun, hvat slag av vinnu verður skapt í høvuðsstaðnum. Landspolitikkararnir standa tí í tí truplu støðu, annaðhvørt teir skulu lata standa til, ella enntá stuðla høvuðsstaðnum í at vaksa enn meira, ella um teir skulu halda á við at draga tilfeingi úr høvuðsstaðnum út í harðast rakta útjaðaran.

Nú vísa serfrøðingar á, at tað ikki tørvar at vera nøkur togan um pengar millum høvuðsstaðin og restina av landinum. Teir síggja ein fyrimun í at lata høvuðsstaðin vaksa og samstundis byggja infrastrukturin út og stuðla smáu vakstrarøkjunum. Tað gevur tí onga meining at berjast móti høvuðsstaðnum, men at tað gongur væl hjá høvuðsstaðnum eigur ikki at merkja, at onnur øki í landinum gerast minni kappingarfør.

Høvuðsstaðurin eigur vøksturin

Vandin er altíð, at landspolitiska kjakið bara fer at snúgva seg um økismenning og at flyta stovnar úr høvuðsstaðarøkinum. Í Danmark verður framleiðsluídnaðurin í útjaðaranum stuðlaður, eitt nú við lægri avgjøldum. Men úrslitini seinastu árini vísa eina sera greiða gongd: Síðan kreppan rakti harðast fyri fimm árum síðan hevur fíggjarliga framgongdin í Keypmannahavn verið sera stór, meðan restin av landinum hevur upplivað stóra afturgongd. Høvuðsstaðurin eigur einsamallur allan vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni seinnu árini – hini økini draga niður í roknistykkinum!

Ein kanning hjá Nykredit vísir, at hendan gongdin fer at halda fram. Kanningar vísa, at vinnustruktururin í Keypmannahavn lagar seg eftir, hvørjum framtíðar marknaðir spyrja eftir. Størsta vinnuøkið er tænastuvinnan og hendan at kalla finst ikki í smáu økinum, sum tí als ikki kunnu kappast við høvuðsstaðin. Søguliga orsøkin til hetta er, at síðan sjeytiárini eru ídnaðarfyritøkur í stórum tali fluttar úr høvuðsstaðnum vegna trongan infrastruktur og strong umhvørviskrøv í tættbygdum øki.

Hetta gagnaði tá útjaðaranum og Keypmannahavn sum var um at fara á heysin. Men úr húsatoftunum vuksu aðrar vinnur, peningastovnar, tryggingarfeløg, pensjónsfeløg, KT-ráðgeving, flutningsfeløg, sniðgeving, smærri vinna og handil, samstundis sum mentanin og skúlaskapurin blómaði á øllum økjum. Og nú 30 – 40 ár seinni fækkast ídnaðararbeiðsplássini úti um landið støðugt, meðan vinnan í Keypmannahavn bara veksur. Danmarks Statistik vísir samstundis á, at næstu 30 árini fer fólkatalið í høvuðsstaðnum at vaksa, meðan tað alla aðrastaðni uttan í Århuus fer at minka.

Fyri bara 20 árum síðan sá ongin, at Keypmannahavn skuldi gerast størsta vakstrarøki í Danmark. Í 1992 skemtaðu politikarar í útjaðaranum við, at kirkjuspírini í høvuðsstaðnum ikki longur vóru løgd við gulli – tað var tikið niður at gjalda skuldina hjá tí tóma kommunukassanum við. Loysnin kom við risastóru íløgunum í infrastrukturin, metroskipanina og Oyrasundsbrúnna. Tað setti ferð á vøksturin á arbeiðsplássum og innan húsabygging. Fólkatalið vaks og peningurin streymaði inn í kommunukassan.

Tann sterki høvuðsstaðurin

Hetta skapti tann sterka høvuðsstaðin. Í dag kappast Keypmannahavn at kalla als ikki við stóru býirnar sum Århus, Odense ella Aalborg. Býurin kappast eitt nú við Stockholm, London og Hamburg. Landsfíggjarliga eru stórir fyrimunir í at hava ein sterkan høvuðsstað, og staðfest verður ferð eftir ferð, at tað er alneyðugt at hava ein sterkan høvuðsstað, skal landið standa seg í kappingini við stóru býirnar í grannalondunum.

Okkara høvuðsstaður hevur í dag eitt fjølbroytni, sum tiltalar tey flestu, uttan mun til, um tey eru býarfólk ella trívast best í fjarbýli í útjaðara ella á bygd – vit hava øll tilboðini innanfyri kommunumark. Tað, sum vantar, eru fleiri útbúgvingartilboð og lagaligari og fjølbroyttari búsetingarmøguleikar. Á báðum hesum økjum verður arbeitt hart í løtuni at finna loysnir, sum í fleiri førum eru á gáttini til at gerast veruleiki.

Sum eg mangan havi víst á, so verður kappingin á framtíðar altjóða marknaðinum ikki um olju og makrel. Føroyar og høvuðsstaðurin hava brúk fyri fólki við góðum útbúgvingum í arbeiðnum at flyta landið fram til at gerast eitt vitanarsamfelag. Tað hevur verið okkara høvuðsboðskapur í áravís. Tí er tað ein stór avbjóðing at tryggja, at tey fólk, sum í løtuni skapa okkara vælferð, framhaldandi trívast her og ikki rýma. Tað hevur minst líka stóran týdning sum at tryggja, at tey lesandi koma heimaftur.

Samstundis eru vit varug við, at høvuðsstaðurin er í harðari kapping við høvuðsstaðir og stórbýir suðuri á europeiska meginlandinum. Tí brúka vit nógvar pengar og leggja stóra orku í at gera Tórshavn til tann góða og savnandi høvuðsstaðin við støðugt sterkari atdráttarmegi. Siktið er, at fólk við útbúgving, ambitiónum og framtíðardreymum skulu trívast og velja Tórshavn fram um aðrar býir. Okkara vón er, at landspolitikkararnir eisini skilja rætta samanhangin.

Tórshavn 04. juni 2013

Heðin Mortensen

Borgarstjóri