Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tálming av lús

Kristian Petersen, stjóri, skrivar í Alitíðindi nr. 4:

Lús á alifiski er ein afturvendandi trupulleiki í alivinnuni, bæði í Føroyum og uttanlands. Stórar upphæddir verða brúktar til viðgerðarevni, avlúsing av alifiski, umframt miss í vøkstri og niðurklassing av tøkufiski.

Fiskaaling hevur síðan 2009 miðvíst arbeitt við ymsum verkætlanum í sambandi við laksalús, eitt nú kanningar av mótstøðuføri, ílegukanningar, spjaðing eins og teljingar av laksalús. Hetta er alt gjørt í góðum samstarvi við føroyskar alarar og djóralæknar.

Grundað á arbeiðið, ið er gjørt, hevur Fiskaaling sett sær fyri at satsa enn meir á gransking og royndir innan tálming av lús á alifiski. Í hesum sambandi er granskari settur í starv við útbúgving innan biotøkni, sum burturav fer at taka sær av avbjóðingini, sum alarar hava av lús á alifiski. Hesin skal samskipa hesa gransking, soleiðis at sum mest fæst bururúr ymisku granskingarførleikunum á Fiskaaling. Hesin byrjar í starvi fyrst í nýggja árinum.

Bulurin í hesi tvørfakligu satsing er lívfrøðilig niðurberjing av laksa- og seiðalús. Ein týðandi partur í hesum arbeiði eru royndir við sonevndum reinsifiskum. Uttanlands, eitt nú í Noregi, verður sonevndur varrafiskur nýttur sum reinsifiskur við rímuliga góðum úrslitum. Hesin fiskurin finst neyvan á okkara leiðum, og hava mynduleikarnir tí verið afturhaldandi viðvíkjandi innflutningi av hesum fiski.

Vit á Fiskaaling hava nú í eina tíð kannað, um fiskar finnast á okkara leiðum, sum kundu verið nýttir sum reinsifiskar og eru komin til tað niðurstøðu, at eitt nú rognkelsi og multa áttu at verið kannaði nærri. Eitt nú gera norðmenn eisini royndir við rognkelsi. Vit hava í ár savnað inn rognkelsi og multu til endamálið. Ítøkiligar royndir í smáskala við hesum fiskum fara í gongd komandi vár.

Við at leggja enn størri orku í arbeiðið við at granska í lús á alifiski, vóna vit, at tað fæst enn meira grundleggjandi vitan um lúsina viðvíkjandi populasjónsdynamikki, spjaðing og smittutrýsti á føroysku aliøkjunum, soleiðis, at vinnan verður betur før fyri at leggja eina ætlan fyri at minka lúsatrupulleikarnar í føroyskari alivinnu.