Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Talið av veljarum til kommunuvalið 13. november 2012

Týsdagin 13. november 2012 hava 35.488 valrætt til kommunuvalið. 204 kommunustýrislimir skulu veljast at manna kommunustýrini í teimum 30 kommununum. Í meðal eru 1.183 veljarar fyri hvørja kommunu, og verður Tórshavnar kommuna ikki tikin við, er meðaltalið 728. Fugloyar kommuna er minst við 36 veljarum, og Tórshavnar kommuna sum tann størsta hevur 14.387 veljarar.

Tilsamans eru 60 valstøð, 16 av hesum hava færri enn 50 veljarar, 9 valstøð hava millum 50 og 100 veljarar, 19 valstøð hava millum 100 og 500 veljarar, 8 hava millum 500 og 1.000 veljarar og 8 valstøð hava yvir 1.000 veljarar. Valstaðið á Hálsi í Tórshavn er tað størsta við 11.722 veljarum, tað er ein triðingur av teimum, sum hava valrætt, og valstaðið í Mykinesi við 12 veljarum er tað minsta.

18 kommunur hava bara eitt valstað, 7 kommunur hava tvey, 2 kommunur hava 4 og 3 kommunur hava 6 ella 7 valstøð. Hesar eru Sunda kommuna við 6 valstøðum, Runavíkar- og Tórshavnar kommuna við hvør sínum 7 valstøðum.

Sí lista:

http://www.imr.fo/I2net/Data/Register/290f7b1a-e812-493c-8383-d9466109ca1d/aad777e6-b97c-4a74-9811-4e85845cdbf4/d0e68a9a-0148-44b1-8bf0-f6465d31bdaa.pdf