Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Talgild bløð

Nú fáa vit endiliga okkara bløð talgild! 

Hetta er eitt so heilt ótrúligt framstig fyri øll tey, sum vilja fáa holla vitan um tað, sum er farið fram síðan Dimmalætting kom út við sínum fyrsta royndareintaki síðst í 1877. Hvørt blað í sjálvum sær hevur verið lisið og blakað burtur, tí eingin kann goyma bløð heima hjá sær sjálvum. Summi minnast tað sum stóð í teimum, men er tað nú rætt, sum tey minnast? 

Tíbetur hava vit tað almenna, sum rekur eitt landsbókasavn. Tað ger okkum øllum tann beina at taka ímóti og varðveita hvørt einasta blað. Tey verða so bundin inn fyri hvørt ár, og goymd so tað ber til hjá áhugaðum at síggja tey. Mong eru tey, sum fegin vilja síggja bløðini, tí tey vilja síggja minningarorð um ommur og abbar, dramatiskar hendingar tá skip eru gingin burtur og hvat ið stendur um ta bygd, sum tey eru uppvaksin í.

Men bløðini eru prentaði á so vánaligt pappír, at tey ikki halda til at øll tey áhugaði leita í teimum. Tí fór landsbókasavnið fyri einum fjøruti árum síðani undir at taka myndir av øllum bløðunum, so tað ber til at lesa tey á filmum. Hetta var ein bati, men tíðarkrevjandi og raksturin av hesum tólum var dýrur, og ofta vóru tey í ólagi.

Nú teldur gjørdust vanligar, kom ynski um at bløðini kundu talgildast, so tað bar til hjá áhugaðum at sita við hús og leita eftir tí í bløðunum, sum áhuga hevur. 

Tað er hetta, sum nú fer at koma í lag.

Tilfarið í bløðunum er heilt ófatiliga nógv. Higartil hevur vansin verið, at tað er næstan ómøguligt at finna fram til tað. Sjálvur havi eg hugt nógv í gomul bløð, oftast fyri at leita eftir onkrum av serligum áhuga fyri meg, men tá detta eyguni viðhvørt niður á okkurt, sum er áhugavert í øðrum sambandi. Eitt nú sá eg einaferð eina grein sum ein av Slættanesi hevði skrivað um tað sum har hendi. Hetta var sera áhugavert fyri meg, tí fastir mín hevði verið ferðalærari á Slættanesi um hetta mundið. Nøkur ár seinni hevði eg nakrar næmingar, sum skuldu skriva um føroyskar bygdir, og onkur vildi skriva um Slættanes, men hvussu vit leitaðu, kundu vit ikki finna hvar ið greinin stóð, og tað hildu vit vera spell. Men nú fer tað at vera eitt spæl at finna fram til alt tað sum stendur á prenti um hesa bygd eins og allar aðrar.

Viðhvørt verður umrøtt, hvat ið skal vera alment, og hvat ið skal vera privat. Tað er greitt, at sumt er best um tað er alment, meðan annað er best um tað er privat rikið.

Her hava vit so eitt dømi um, at tað er sera umráðandi at vit hava alment virksemi. Vit sum borgarar hava eitt rímiligt krav um at sleppa at fáa at vita, hvat ið er komið út til almenningin á prenti. Einstaklingar megna hetta ikki, men við eini lutfalsliga lítlari játtan kann ein almennur stovnur gera okkum ta tænastu at goyma tilfarið, soleiðis at ein og hvør, sum tørv hevur á tí, kann síggja hvat ið prentað er. Tí er tað, at allar prentsmiðjur í skjótt fýrahundrað ár hava havt skyldu at lata inn eintøk av øllum prentaðum til eitt alment bókasavn. Áðrenn hvurvu nógvar bøkur. Um summar vita vit, hvat tær itu, men aðrar eru fullkomuliga horvnar.

Nú tað er tøkniliga møguligt at leggja tilfar á netið, so vit kunnu lesa tað allastaðni, hvar vit eru, er einki meir rímiligt, enn at vit vaksa um hesar møguleikarnar. Tað sum er natúrligt, er at alt tað, sum hevur verið alment frammi, verður goymt á landsbókasavninum, soleiðis at øll kunnu koma afturumaftur og síggja tað, um tey hava áhuga í tí.

Vit hava brúk fyri, at tey sum her vaksa upp, kunnu fáa at vita hvat hendir nú og hvat ið hendi fyrr!

Zakarias Wang