Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Talan var um trælaarbeiði

Perlur: Menningartarnað græt á Javna-fundi. Blaðið tosaði við fyrrverandi formann, Óla Wolles. Greinin var í blaðnum 29. Apríl 2010.

 Á aðalfundinum hjá Javna leygardagin, hendi tað óvanliga, at kvinna við menningartarni tók orðið, og fýltist á, at lønin, tey fingu fyri vart arbeiði, var so lítil, og at hon haraftrat var ójøvn.

Evnið sýntist so átrokandi fyri hendan persónin, at gráturin og tárini lúrdu, men hetta fekk ikki fundin at greina trupulleikan, og tá vit her á blaðnum hoyrdu um hetta, kom okkum til hugs trælahald, og trælaløn, men heilt so einfalt er tað ikki, sambært fráfarna formanninum í Javna, Óla Wolles.

Hann greiðir frá, at stóri trupulleikin er, at lønarstigin fyri vart arbeiði er í tveimum. Annar stigin gevur kr. 8,00 um tíman, meðan hin stigin bara gevur kr. 5,00 um tíman.

Óli Wolles greiðir frá, at tað er ikki so nógv upphæddin, ið skilir, men meira tær tríggjar krónurnar. Hesin munurin á tímalønini kemur av, at Verkstaðið Vón á Argjum hevur fastar ordrar hjá Landsverki, um t.d. at gera prestar til vegakervið.

Hetta slagið av arbeiði verður lønt nógv betri enn vanligt vart arbeiði, sigur Óli Wolles, ið sjálvur tó sigur, at hendan skipanin er ikki nøktandi. Hann vísir á, at tey menningartarnaðu hava somu skipan, sum eitt nú eldri á ellis- og røktarheimum, har pensjónin verður tikin fyri almennu tænastuna, og so fáa tey eldru lummapening.

- Sama skipan er galdandi fyri tey menningartarnaðu, har nøkur búgva í vardum íbúðum, meðan onnur búgva heima, sigur Óli Wolles. Fyrrvarandi formaðurin í Javna, heldur, at skipanin hjá teimum á sambýlum er munandi betri, og at Javni arbeiðir fyri, at hendan skipanin skal galda fyri tey menningartarnaðu eisini, at tey t.d. fáa fulla pensjón, og so gjalda tær rokningar, sum øll onnur.

Men annars sigur Óli Wolles, at Javni arbeiðir hart við at finna eina loysn fyri tey menningartarnaðu, sum enn búgva heima hjá foreldrunum.

- Tað snýr seg um at foreldur kunnu føla seg trygg við einum almennum tilboði, ið tryggjar børnum teirra eina virðiliga tilveru aftaná at tey eru farin heimanífrá, sigur Óli Wolles.

Hann heldur ikki, at vart arbeiði kann takserast sum trælaarbeiði, men heldur, at trupulleikin við lønarmuninum eigur at fella burtur, ella eigur ikki vera sjónligur.

Óli Wolles vísir eisini á vandan við, at ov høg tímaløn vil verða skattliga mótroknað í pensjónini hjá teimum menningartarnaðu, men ein veruleiki er tað kortini okkum vitandi, at eitt nú fólkapensjónistar kunnu forvinna upp til 50 túsund árliga áðrenn hetta verður mótroknað pensjónini, og sýnist kr. 5,00 og 8,00 ikki, sum nøkur høg tímaløn, men heldur løn fyri trælaarbeiði.

Landsstýriskonan í Almannamálum, Rósa Samuelsen, var á Javna-fundinum, og tí ætlaðu vit at fáa eina viðmerking frá Helga Arbahamsen, ið er limur í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, men hetta eydnaðist ikki. Í staðin hevur Jenis av Rana lovað at kanna málið, og koma við einari viðmerking til blaðið um støðuna við vardum arbeiði, m.a. um hann heldur, at talan er um trælahald ella trælaløn.

Tað frætta vit nærri um í komandi viku, skrivaði blaðið 29. apríl 2010, men har kom onki.