Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

TAKS eigur eisini at nýta Skat dk. fyri at finna krógvaðan pening í skattaskjólum

Nú kunnað verður um, at Skat dk. og TAKS leggja til rættis samstarv á skattaøkinum herheima, so eigur samstarvið eisini at fata um krógvaðan pening í skattaskjóli.

Higartil hava vit bert hoyrt søgur um føroyingar, sum krógva pening í skattaskjóli, men tað hevur mær vitandi ongantíð verið alment frammi um myndugleikanna hava roynt finna tílikan pening.

Danir hava harafturímóti gjørt fleiri royndir og hava m.a. higartil í ár funnið pening, har eigararnir skulu gjalda 735 mill. kr. til Skat dk., sum teir annars høvdu sloppið sær undan. Og í løtuni hava teir funnið 800 persónar og fyritøkur millum 11000 kannaði, ið hava flutt pening uttan um skattavaldið.

Áður hevur Skat dk. á líknandi hátt fingið 500 mill.kr. í kassan. Og framvegis verður arbeitt við at fáa skjúldan pening fram í ljósið. Aktiónin, ið verður kallað Projekt Money Transfer, leggur sum grund data frá bankunum um flytingar millum danskar bankakontur og eini hálvt hundrað støð so sum: Cayman Island, Schweiz, Gibraltar og Maldivurnar. Í hesum sambandi átti at verið lætt at knýtt føroysku bankarnar upp í nevndu skipan.

Verandi projekt virkar til nýggjárs, men tá byrjar eitt nýtt, og tá skuldi verið lagamanni hjá TAKS at verið við.

Umrødda projekt hevur annars vakt ans í fleiri øðrum londum.

So vónandi fer TAKS í stundini at taka stig til eitt tílíkt samstarv, soleiðis at tann peningurin, ið eigur at verða skattaður í Føroyum, eisini verður tað. Tað kann so eingin ærlig sál hava nakað ímóti.

Dagfinnur Danbjørg.