Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Taks eigur at vera til taks fyri allar skattgjaldarar. Eisini tá tað um upplýsingar ræður

So TAKS: Her eru nakrir spurningar, ið tit kunnu svara, um viljin er til tess. 

Hvussu nógvur skattur er strikaður/eftirgivin seinastu 3 - 5 árini, og hvørjar eru orsøkirnar til tess?

Hvussu nógvur skattskyldugur peningur, sum ikki er uppgivin, men sum átti at havt verið tað, hava tit funnið í sama tíðarskeiði?

Hvussu nógva orku hava tit nýtt fyri at finna føroyskan óskattaðan/fjaldan pening í øðrum londum eitt nú í Luxembourg? Hava tit í heila tikið leita? Ella hevur kikarin verðið settur fyri blinda eyga?

Eftir donskum mátistokki eru uml. 30 mill. kr í føroyskum skatti fjaldar í Luxembourg. So nakað mann verða fjalt í øðrum skattaparadísum kring knøttin. Men leitar TAKS?

Hesar mongu milliónirnar, ið ikki koma heim, kundu annars fíggjað nógv gott . Landið/fólkið eigur peningin og eigur at fáa hann inn í kassan, so hann kann gerast virkin har tørvurin er størstur.

Leiðslan í TAKS eigur at greiða Føroya fólki alment frá, hvussu støðan er, og eisini hví hon er vorðin, sum hon er. Kann hon ikki tað, so eiga uttanveltað skattaserkøn at taka yvir og gera neyðuga kanningararbeiðið og almannakunngera niðurstøðurnar fyri Ólavssøku 2015.

Tøgnin boðar ikki frá nøkrum góðum. 

Hon má brótast.

Dagfinnur Danbjørg