Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Taks eigur at vera til taks fyri allar skattgjaldarar. Eisini tá tað um upplýsingar ræður (05.12.14) (Eingin reaktión)

( 2 greinar í Oyggjatíðindi og enn veit ongin nakað, tí eingin hevur kannað nakað sum helst)

So TAKS: Her eru nakrir spurningar, ið tit kunnu svara, um viljin er til tess.

Hvussu nógvur skattur er strikaður/eftirgivin seinastu 3 - 5 árini, og hvørjar eru orsøkirnar til tess?

Hvussu nógvur skattskyldugur peningur, sum ikki er uppgivin, men sum átti at havt verið tað, hava tit funnið í sama tíðarskeiði?

Hvussu nógva orku hava tit nýtt fyri at finna føroyskan óskattaðan/fjaldan pening í øðrum londum eitt nú í Luxembourg? Hava tit í heila tikið leita? Ella hevur kikarin verðið settur fyri blinda eyga?

Eftir donskum mátistokki eru uml. 30 mill. kr í føroyskum skatti fjaldar í Luxembourg. So nakað mann verða fjalt í øðrum skattaparadísum kring knøttin. Men leitar TAKS?

Hesar mongu milliónirnar, ið ikki koma heim, kundu annars fíggjað nógv gott . Landið/fólkið eigur peningin og eigur at fáa hann inn í kassan, so hann kann gerast virkin har tørvurin er størstur.

Leiðslan í TAKS eigur at greiða Føroya fólki alment frá, hvussu støðan er, og eisini hví hon er vorðin, sum hon er. Kann hon ikki tað, so eiga uttanveltað skattaserkøn at taka yvir og gera neyðuga kanningararbeiðið og almannakunngera niðurstøðurnar fyri Ólavssøku 2015.

Tøgnin boðar ikki frá nøkrum góðum.  

Hon má brótast.

Dagfinnur Danbjørg.

Bleiv útnevndur lordur og ráðharri sum tøkk fyri at slóa veg til skattafrælsið og skjól í skattaparadísi. (27.12.14) (Eingin reaktión)

Omanfyristandandi tíðindi vórðu søgd í morgun. Vit eru vitandi um, at hjá okkum eru 100,-tals mill. kr – sum eiga at vera goldnar í skatti - ikki komnar í skattakassan/landskassan seinastu árini. Men vit vita ikki í hvørjum av teim mongu skattaparadísunum tær mongu mill. kr. eru fjaldar, og hvør ella hvørjir hava verið og eru vegvísararnir. Tí føroyingar eru ikki býttir. Teir kenna eisini sniðgøtur, sum eru teimum til fyrimunar, og teir eru ikki bangir fyri at ganga tær á enda.

Okkara og myndugleikanna uppgáva er at finna út av, hvat ella hvørji skattaparadís føroyingar brúka, og síðani fáa peningin heim og síðani seta teir bummar fyri, sum neyðugir eru at seta, so eingin fær gingið paradísgongu í framtíðini. Síðani má haldast eitt klárvakið eyga við skattasnýtarum, tí sovorðnir leita uttan íhald eftir holum, sum teir kunnu nýta, og holini verða nýtt til tað ýtarsta.

Enski skattaundandráttarvegleiðarin varð kosin lordur og ráðharri fyri sítt skitna og landasvikaliga  

arbeiði. Hvat við okkum føroyingum? Eg veit ikki, hvussu paradisiskir skattaskjólssnýtarar, ið nærum altíð erú múgvandi menn,løna ella heiðra teimum, ið vísa vegin til hitt mammonska paradísskjólið ella eisini tey, ið velja at halda eyguni løst aftur, tá tey eiga at síggja, hvat og hvør, ið ger hvat á skattasvíkjaraumráðnum og steðga galskapinum í stundini.

Okkara hjálparar til skattaundandrátt verða kanska útnevnd til landsstýrisfólk ( ráðharri) og fyri lord leiðara ársins leiðara ella sett í gott og gevandi starv. Hvør veit? 

D. Danbjørg.