Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á myndini síggjast frá vinstru fyrsti stýrimaður Jery Matyl, skiparin Jan Malczewski, Zbigniew Sycz, maskinmaður, Heðin Mortensen, borgarstjóri, Ingibjørg Berg, kommunustjóri, og uttast Hans Dávid Hansen, varasløkkiliðsleiðari, sum vegna kommununa hevur tikið sær av pólendingunum hesar dagarnar.

Takksamir pólendingar

- Vit hava ikki orð fyri, hvussu takksamir vit eru fyri ta hjálp, tann stuðul og tann blískap, Tórshavnar býur hevur veitt okkum. Vit koma altíð at standa í tekksemisskuld til tykkara og koma aldri at gloyma, hvussu ómetaliga væl vit vórðu móttikin her. Hjartaligari fólki hava vit ikki hitt.

- Tit ána bara ikki, hvussu heppin eg eri at vera á lívi, segði ein takksamur fyrsti stýrimaður, Jery Matyl, beint komin av Landssjúkrahúsinum, tá hann vitjaði inn á gólvið á Ráðhúsinum saman við tveimum av feløgum sínum. Hann var júst útskrivaður og skuldi bert til eina kanning aftrat, áðrenn læknarnir vildu lova honum at fara heimaftur.

Jery greiddi frá sjálvari hendingini, tá hann var skaddur og ein av bestu vinmonnum hansara varð so illa løstaður, at hann doyði. Hann greiddi frá, hvussu kona hansara í Pólandi fekk at vita, at tey høvdu rent seg í ódnarveður og at ein av manningini var deyður. Tað einasta, myndugleikarnir vistu at siga henni var, at deyði maðurin var 56 ára gamal. Og Jery er 56. So konan helt leingi, at hann var deyður.

Partur av manningini er farin heim til Pólands. Teir tríggir fara at avgreiða ymiskt í sambandi við bátin, áðrenn teir fara heim. Eftir ynski frá tryggingarfelag teirra verður báturin helst fluttur til Danmarkar við farmaskipi, umvældur har og sigldur heim til Pólands.

Teir tríggir takkaðu vegna alla manningina og bóðu kommunu- og borgarstjóra bera tøkkina víðari til øll, sum luttóku í bjargingini, øll, sum tóku sær av teimum eftir bjargingina, sjúkraverki og brandstøð og havnarfólki yvirhøvur, sum hava verið um tey.

Tað er hervið gjørt.

Kelda: www.torshavn.fo