Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Takkarskriv frá pólska forsætisráðharranum

Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen hevur fingið takkarskriv frá pólska forsætisráðaharranum Donald Tusk í samband við bjargingarátakið, tá ið seglbáturin “Rzeszowiak” var í havsneyð.

Takkarskrivið:

Eg vil nýta høvi at takka fyri stóra arbeiðið, sum varð framt í samband við bjargingarátakið, tá ið seglbáturin “Rzeszowiak” var í havsneyð tann 4. september. Tøkk fyri hjálpina, sum varð veitt teimum tíggju pólsku ríkisborgarunum, sum vóru umborð.

Eg vil leggja dent á, at vit virðismeta ta framúrskarandi samskipanina og professionalismuna hjá bjargingartænastunum í Føroyum. Somuleiðis takki eg fyri umsorgan og hjálp, sum bjargaða manningin fekk − fyriskipað av borgarstjóranum í Tórshavn.

Donald Tusk