
Takkar fyri stóra bjargingararbeiðið
- Eg vil kommununar vegna veita eina hjartans tøkk til tey mongu, sum í teirra arbeiði og eisini sjálvboðið hava gjørt eitt risa arbeiði hesar dagarnar, illveðrið hevur leikað á, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Ein serlig tøkk til manningina hjá sløkkiliðnum, bjargingarfeløgum, heilsutænastuni og øllum tykkum, sum hava hjálpt við at tryggja ognir og fólk og við at rudda upp aftaná.
- Kommunan varð hart rakt av ódnini, men tíbetur var eingin fólkaskaði. Enn einaferð hava vit upplivað eina tilbúgving, sum virkar, og at fólk hjálpa langt út um øll mørk. Og tað eiga tit øll eina hjartans tøkk fyri, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.