Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Takk fyri títt trúfesti og tín jaliga hugburð

Sum kommunustjóri, og harvið vegna okkum øll starvsettu í Tórshavnar kommunu, vil eg takka tær fyri títt trúfesti og tín jaliga hugburð. Tað ger tað stuttligari at vera starvsfólk í Tórshavnar kommunu, og tað ger tað gott at vera borgari í Tórshavnar kommunu, segði Ingibjørg Berg, kommunustjóra, m.a. í røðu sínari á samkomu fyri Heðini Mortensen, sum hevur verið býráðslimur í 40 ár.

Røða í Dansifrøði 01.02.2013, hildin av Ingibjørg Berg, kommunustjóra.

Góði heiðursgestur – Heðin Mortensen, góðu gestir.

Ein annar av Føroya karismatisku og viðurkendu synum – Njál Djurhuus - endurgav herfyri í bløðunum Henry Ford fyri at siga: at fólk flest brúka meiri tíð og kreftir at tosa um trupulleikar teirra enn at royna at loysa teir.

Akkurát hetta kundi Heðin Mortensen eisini sagt !

Heðin hevur verið í fólksins tænastu í 40 ár – í 8 av hesum hevur hann verið borgarstjóri, og harvið ovasti fyrisitingarleiðari í Tórshavnar kommunu. Og tað er í hesum sambandi, at eg vegna øll okkum, sum mynda fyrisitingina hjá Tórshavnar kommunu, havi fingið heiðurin at siga nøkur orð um Heðin á hesum stóra - og í býarpolitiskum høpi eisini sjáldsama degi.

Heðin Mortensen hevur ikki bara verið í býráðnum í 40 ár. Hann hevur hesi árini í stóran mun myndað kommununa – so nógv, at ofta verður tikið til – “var nøkur Tórshavnar kommuna áðrenn Heðin Mortensen?”

Um tað vóru nakrar serligar hendingar, sum gjørdu, at Heðin valdi at fara upp í kommunalpolitikk, veit eg ikki. Tí fá starvsfólk í kommununi hava verið so leingi har sum hann.

Men í 1972 var Vietnamkríggið um at enda. Danir atkvøddu ja til limaskap í EEC, sum tað tá æt, meðan Fólkafylkingin her heima setti øll segl til, fyri at fáa føroyingar at atkvøða nei. Og allur heimurin bleiv skakaður av terrorálopinum á ísraelsku ítróttarfólkini í olympiska býnum í München. Men eg trúgvi ikki, at hesi viðurskifti gjørdu, at Heðin fór upp í kommunupolitikk.

Her heima gekk ikki alt for gott. Stubbafløskurnar blivu bannaðar við lóg. Brimgarðurin fór í minniligu landssynningsódnini, og KÍ vann á HB í avgerandi dystinum um Føroyameistaraheitið í meistaradeildini.

Tó vóru eisini glottar í mánaðunum upp undir kommunuvalið í 1972 – serliga á vinnuøkinum. Sildaævintýrið var í hæddini, Skipafelagið yvirtók 3 nýggj skip, Rók, Heyk og Ravn, og skipalistin í Havn vaks við 5 útróðrarbátum. Og í Kaldbak bleiv fyrsti báturin úr glasfipur bygdur – ella úr polyester, sum ungi útvarpsmaðurin málbar seg tá. Tað var Jógvan Arge, nú varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Tórshavnar kommuna fekk í 1972 sína fyrstu almennu byggisamtykt, sum var endurnýggjað 40 ár seinni – nú við Heðin sum borgarstjóra.

Eg trúgvi heldur ikki, at Heðin fekk íblástur úr tátíðarrinnar tónleiki, tí har var ikki nógv veiggj í. Mest spældu løgini tá vóru sovorðin sum “Song, Song Blue” hjá Neil Diamond, “Soley, Soley” hjá Middle of the Road, ella “Take it Easy” hjá Eagles. Og tað vita vit øll, at “take it easy” harmonerar ikki í høvdinum á Heðini Mortensen.

Eg havi kagað í gerðabøkur hjá Tórshavnar býráði fyri 40 árum síðani. Eitt tað fyrsta málið, Heðin var við til at viðgera, var ein stuðulsveiting til Vestmannaeyar eftir eldgosið 23. januar 1973.

- Kanska líka gott, at kommunala eftirlitið ikki hugdi eftir tí málinum; men vit kunnu so staðfesta, at 2 vulkanir byrjaðu um sama mundið – onnur kom beinanvegin í heimspressuna, men sløknaði eftir stutta tíð. Meðan hin – Heðin - goysir á 40. ári, og rokilsið veksur enn !

At Heðin Mortensen er ein nógv avhildin politikari og borgarsjóri, tað sóu vit á valúrslitinum – bæði í 2008 og ikki minni í 2012.

Heðin er eisini ein avhildin leiðari, og hevur fingið serstaka viðurkenning fyri tað.

Undanfarni kommunustjórin Jens Marius Poulsen, segði tvey ting við meg, tá eg avloysti hann í starvinum:

Fyri tað fyrsta - altíð at royna at vera nøkur stig frammanfyri borgarstjóran í øllum málum – men tað er trupult við Heðini, segði Jens.

Og so hitt - at líkamikið hvat, so minst til, at Heðin Mortensen er eitt gott menniskja.

Hetta hevur alt víst seg at vera rætt.

Tí tað er sera trupult at vera frammanfyri Heðin. Hann er óvanliga arbeiðssamur og skjótur, og so dvølir hann sjáldan í framgongdini ella úrslitunum, hann er altíð á veg víðari – eftir nýggjum málum.

Jens Marius hevur eisini rætt í, at Heðin er eitt gott menniskja. Hann er umhugsin og setur eina æru í at virðismeta einstaka starvsfólkið ella borgaran – høg sum lág. Eingin verður gloymdur.

At so er, vísir eisini hansara skapanargleði og positiva tilgongd til tingini - alt, sum vert er at hátíðarhalda, skal fram í ljósið, so vit í felag kunnu gleðast um tað eina løtu.

Heðin Mortensen tekur leiðsluna, har hann er, og tað uttan mun til, um tað er í politikki ella í øðrum sambandi. Eg kundi nevnt heilt nógv dømi, men ein leiðarasessurin, hann hevur havt, líkist eitt sindur frá hinum – hann var í nógv ár formaður í Havnar Sjónleikarafelag. Men hetta er ikki eindømi. Ronald Reagan brúkti somu uppskrift.

Men hvat fær ein persón at vera í kommunupolitikki í 40 ár ?

Vit, sum dagliga uppliva Heðin Mortensen vita, at tað ikki er ein spurningur um bara at vilja vald fyri valdið – at halda fast fyri at halda fast mest sum av gomlum vana.

Heðin er ein persónur sum dámar valdið, men tað er tí, at honum dámar at gera mun. Hann hvílir ikki í teimum úrslitum, hann røkkur – men er drivin av einum áhaldandi hugi til at gera tingini betri, og gera meira. Altíð okkurt aftrat.

– Onkuntíð kann man fáa varhugan av, at hann hevur lisið orðini hjá einum øðrum stórum kongi, Sálamon, meira enn vanliga bókstaviliga, har hann skrivar at “Fyri leti signa bjálkarnir, og har sum hendur eru yrkisleysar, har fer húsið at leka.”

Heðin hevur stóra virðing fyri borgarstjórastarvinum. Tað er onki dulsmál, og tað er ómetaliga nógv vert fyri Tórshavnar kommunu sum organisatión, tí tað ger tað so sjálvsagt, at eisini vit starvsfólk hava virðing fyri okkara leikluti. Hetta hevur týdning, tað hevur stórt virði fyri heildina, tí vit eru ikki okkara størv, vit umsita tey og hava eina skyldu til at fara væl um tignina og umdømið hjá myndugleikanum, sum størvini mynda.

Heðin dugir væl at minna okkum á hetta, og tað liggur honum nær sum leiðara at byggja upp eina eindarkenslu millum øll starvsfólk í kommununi.

Hetta triðja skeiðið hjá honum sum borgarstjóri er merkt av tí sama. Í samrøðu við Dimmalætting í gjár sigur hann, at orsøkin til, at hann vildi hava allar flokkar við í eitt samstarv, var, at um øll arbeiða saman, er størri møguleiki at fáa meira burturúr.

Eg vóni, at tit njóta løtuna her í Dansifrøði.

Og eg vóni eisini, at tú Heðin saman við konu, børnum og restini av familjuni fært eina góða og minniliga løtu.

Sum kommunustjóri, og harvið vegna okkum øll starvsettu í Tórshavnar kommunu, vil eg takka tær fyri títt trúfesti og tín jaliga hugburð. Tað ger tað stuttligari at vera starvsfólk í Tórshavnar kommunu, og tað ger tað gott at vera borgari í Tórshavnar kommunu.

Hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum sum býráðspolitikari í Tórshavn.