Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Takk fyri Ragnvaldur

Ársins Olympisku og Paralympisku leikir eru nú lidnir. Øll eygu hava verið vend móti London hendan seinasta hálvanannan mánaðin.

Fram um undanfarnar leikir hava Olympisku og Paralympisku leikirnir í London 2012 verið meiri sum ein eind. Ítróttarøki, fyriskipan og fjølmiðlaáhugi hava verið áhaldandi hetta langa tíðarskeiðið, og kenna allir luttakarar seg part av eini størri heild.

Hetta er tað, olympisku og paralympisku rørslunar hava strembað eftir tey seinstu árini, og hesaferð hevur tað eydnast.

Eisini fyri okkum føroyingar hevur hetta verið ein spennandi tíð, har vit hava kent okkum part av alheims ítróttasamfelagnum.

Eftir at Pál Joensen luttók í Olympisku Leikunum, hevur Ragnvaldur Jensen svomið á Paralympisku Leikunum.

Í greinini 100 m bringu, bólkur S14, gjørdist Ragnvaldur nummar 7 í sínum innleiðandi riðli við tólvt bestu tíðini í kappingini samanlagt, 1.13,92.

Ragnvaldur fylgdi við síni luttøku eini røð av svimjarum hjá ÍSB, sum hava umboðað Føroyar á Paralympisku Leikunum. Í mun til Olympisku Leikirnar eru Føroyar sjálvstøðugur limur í altjóða felagsskapinum International Paralympic Committee, sum Føroyar eisini vóru við til at stovna í 1989.

Innan hendan serliga stórfingna heimin, sum Olympisku og Paralympisku leikirnir eru, venda vit nú eygunum móti leikunum í 2016, sum verða í Rio de Janeiro í Brasil.

Ein týðandi fortreyt fyri fyrireikingunum hjá Páli og Ragnvaldi hevur verið úrvalspenignurin, sum Løgtingið seinastu árini hevur játtað á fíggjarlógini. Fyrirekingarnar til Olympiskar og Paralympiskar leikir og aðrar altjóða kappingar krevja øgiliga orku. Og eitt trygt fíggjarligt grundarlag er ein tann fremsta fortreytin.

Ítróttasamband Føroya takkar teimum føroyingum, sum hava verið partur av leikunum í summar, sum íðkarar, venjarar og leiðarar, og ynskir teimum samstundis bestu eydnu í fyrireikingini til komandi leikir.