Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Takk fyri álitið

Vit í Framsókn vilja fegin takka tykkum, sum tóku undir við okkum á fólkatingsvalinum. Hóast vit fingu góð skoðsmál fyri at hava ein góðan og greiðan politikk, rukku vit ikki málinum hesaferð. 

‘Føroyar sjálvar – heldur enn hálvar’ eitur okkara boðskapur. Vit gera vart við, at føroyingar og danir ikki hava somu uttanríkispolitisku áhugamál, og at líkasæli ES-politikkurin hjá føroyingum er ein beinleiðis hóttan móti menningini av okkara samfelag. 

Framsókn metir fólkatingsumboðanina sum eitt uttanríkispolitiskt arbeiði. Vit gera vart við, at allur framburður í Føroyum er og verður treytaður av, at vit fáa ræðisrættin á øllum uttanríkispolitiskum málum og sjálvi kunnu umboða okkum á øllum alheimspallum.

Við hesum boðskapi okkara kom valstríðið í stóran mun at snúgva seg um føroyskan uttanríkispolitikk - ella heldur tørvin á honum. Allir flokkar tóktust at hava eina meining um áheitan okkara um at vakna og at taka uttanríkispolitisk mál í álvara. Hetta styrkir okkum í trúnni á, at vit hava tann rætta og viðkomandi politikkin og eru á rættari kós.

Polariseringin í valstríðnum skeiklaði býtið av atkvøðum nakað. Men soleiðis er politikkur eisini.

Vit ynskja Høgna og Sjúrði tillukku við valinum og góðan arbeiðshug, sum vit vóna, at teir brúka í stríðnum fyri at tryggja okkum føroyingum rættin til sjálvi at hugsa og handla í altjóða høpi.

Nú kemur løgtingsvalið. Tá fara vit við einum javnbjóðis liði av góðum monnum og kvinnum aftur at bjóða okkum fram. Við støði í okkara virðisgrundarlagi fara vit heiðurliga og reiðiliga at stríðast fyri at gera Føroyar til eitt tíðarhóskandi samfelag. 

Enn einaferð takk fyri stuðulin!

Poul Michelsen
Hanna Jensen
Ruth Vang
Karlot Hergeirsson
Høgni Reistrup
Sunneva Háberg Eysturstein