Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Takið ráðini frá fiskifrøðini í álvara

Botnfiskastovnarnir undir Føroyum hava sjáldan verið so illa fyri sum nú, og úrslitini hjá heimaflotanum hava verið sera vánalig seinastu árini. Vit hava tí tørv á veruligari stovnsrøkt, har vit ikki taka meira burturúr stovnunum, enn teir tola.

Politiska skipanin má skipa soleiðis fyri, at vit fáa burðardygga veiðu undir Føroyum fyri at fáa meira burturúr í longdini og betri prís á marknaðinum.

Fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum hevur verið metlágur seinastu fimm árini, og hetta sæst sjálvsagt á úrslitinum hjá feskfiskaflotanum. Hetta er ein greið ábending um, at okkara felags fiskastovnar als ikki eru nóg væl røktir seinastu mongu árini. Hetta kostar samfelagnum hundraðtals milliónir árliga.

Politiska skipanin má tí síggja skriftina á vegginum og gera nakað við støðuna.

Hetta skrivar Føroya Arbeiðsgevarafelag í síni ársfrágreiðing, sum varð kunngjørd á aðalfundinum fríggjadagin.

Tað er eingin loyna, at fiskivinnan undir Føroyum hevur havt sera vánalig úrslit seinastu árini. Feskfiskaflotin hevur samanlagt havt undirskot síðan 2006, og hetta er sjálvsagt ikki ein haldgóð støða – hvørki fyri vinnuna ella fyri samfelagið.

Fiskiskapurin eftir toski og hýsi hevur síðan 2004 verið vánaligur. Seinastu fimm árini hevur veiðan eftir toski undir Føroyum ligið millum 10.000 og 14.000 tons, og veiðan eftir hýsu hevur seinastu fýra árini verið nøkur fá túsund tons. Um vit høvdu eitt skynsamt veiðutrýst, kundi veiðan eftir toski verið umleið 25.000 tons og veiðan eftir hýsu eini 15.000 tons árliga. Sostatt missa vit á hvørjum ári stórar inntøkur orsakað av vánaligari stovnsrøkt.

Sera vánaligu fíggjarligu úrslitini og vánaligi fiskiskapurin er ein greið ábending um, at okkurt er heilt galið við okkara fiskivinnupolitikki. Lítil ivi er um, at heimaflotin skal ígjøgnum eina tillaging, soleiðis at fiskiorkan samsvarar betur við tær nøgdir, sum vit kunnu veiða undir Føroyum. Sjálvt um talið av skipum undir Føroyum er minkað nógv seinastu tíggju árini, bendir alt á, at heimaflotin framvegis er ov stórur.

Makrelur til samfelagsins besta

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at Føroyar krevja sín rætt og krevja størri part av makrelkvotuni. Trupulleikin er tó, at hetta tilfeingið verður býtt út til allar skipabólkar, hóast hesi ikki eru útgjørd til at fiska makrel. Hóast hetta óivað kemur væl við hjá einstøkum reiðaríum, elvir hetta eisini til meira ineffektivan fiskiskap og minni virðisøking.

Trupulleikin er, at í staðin fyri at tillaga heimaflotan verður makrelurin í veruleikanum nýttur sum stuðul til heimaflotan, sum ikki ber seg fíggjarliga. Hetta er bert við til at útseta ta tillaging, sum flotin natúrliga eigur at fara ígjøgnum, og kann økta makrelkvotan tí eisini hava óhepnar avleiðingar.

Nú kemur tíðin, tá politikarar fáa tilmæli um fiskidagatalið komandi fiskiár, og heitir Føroya Arbeiðsgevarafelagið á politisku skipanina um fyrst og fremst at taka hædd fyri stovnsrøktini. Føroyska samfelagið hevur tørv á eini sterkari fiskivinnu, ið ber seg fíggjarliga, og sum kann skapa trygg og góð arbeiðspláss á sjógvi og landi.

Marita Rasmussen, stjóri