manntal.fo til felagsmyndasavnið hjá Manntal.
Tak eina mynd 11.11.11 kl. 11.11
Til stuttleika skipar manntal fyri eini myndainnsavning í sambandi við fólkateljingina.
Heitt verður á øll um at taka eina mynd, sum lýsir, hvar føroyingar vóru 11/11- 11 kl. 11.11, og hvat føroyingar gjørdu.
Fólkateljingin skal við hagtølum vísa, hvussu tað er at liva í Føroyum. Sjálvur teljidagurin er 11. november. Úrslitið av fólkateljingini er ein neyv lýsing av, hvussu tað er at liva í Føroyum í november 2011. Hendan lýsingin er við hagtølum. Stuttligt kundi eisini veriða at lýst við myndum, hvussu vit liva, og hvat vit gera hendan dagin.
Myndainnsavningin er ikki ein partur av fólkateljingini, men eitt tiltak við síðuna av.
Tiltakið ”Tak eina mynd 11.11.11 kl. 11.11!” er ætlað øllum føroyingum - børnum og vaksnum, einstaklingum og arbeiðsplássum.
Myndirnar skulu sendast inn umvegis heimasíðuna www.manntal.fo, har til ber at skriva eina stutta frágreiðing til myndina.
Myndirnar vera góðkendar á manntal og fara síðani beinleiðis út á myndasavnið. Í fyrsta lagi liggja myndirnar á heimsasíðuni, men kanska verða tær seinni savnaðar í øðrum høpi.
Snarvegur til myndasavnið er at finna á www.manntal.fo. Til ber eisini at fara beinleiðis á heimasíðuna