Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Táið vit fingu heimild at gyrða okkum inni

Skilji nú á Fólkaflokkinum, at tey síggja Uttanríkispolitisku Heimildarlógina sum eina avmarking. í 2005 var Fólkaflokkurin annars - táið hann samtykti

Heimildarlógina - íðin talsflokkur fyri:

- at Føroyar IKKI kunnu samráðast vegna Føroyar

- at í danska kongaríkinum er bara ein tjóð. Hin danska

- at Føroyar ikki kunnu samráðast um at blíva limir í altjóða felagsskapum, har Danmark longu er limur. Ein samdur flokkur segði tá, at so skal verða!

Og tá so danski uttanríkisráðharrin er á vitjan nýta tey høvi at spyrja hann, um danir ikki kunnu broyta hesa støðuna, tí nú vilja vit uppí WTO.

Men hví skulu tit spyrja danir fyrst, hvat teir halda? ** Spyrjið heldur tykkum sjálvi, hvat tit halda!

Gerið fyrst upp við tykkum sjálvi, um tað er í lagi, at vit hava eina lóg, sum gevur umheiminum ta fatan, at samleiki føroyinga er "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne".

Er tað í lagi, at hava eina lóg, sum avmarkar Føroyar at samráðast á altjóða pallinum. Er tað í lagi, at hava eina lóg, sum krevur, at føroyingar fáa skrivligt loyvi frá donskum myndugleikum at samráðast uttanfyri Føroyar.

Tjóðveldi sær hesa løgtingssamtykt frá 2005 sum størstu afturstig í politisku søgu Føroya. Nú Fólkaflokkurin so smátt er farin at geva Tjóðveldi rætt, so er at taka tað harfrá.

Men góði ikki spyrja eina danskan ráðharra, um hvussu hetta skal gerast.

Gerið tað bara! Takið sakina í egnar hendur.

Gerið tað sum gerast skal við málið í Løgtinginum. Vísið ein reellan vilja.

Tað er so undirbrotligt og óprofessionelt at spyrja ein útlendskan ráðharra, um hann kann hjálpa okkum at broyta nakað, sum vit fyri 9 árum síðani bóðu hansara egnu um at samtykkja. Og hann sigur júst tað, sum einhvør ráðharri vildi sagt í somu støðu: “at nu må vi først se på love og regler, og hvad de siger…”, “nu må vi se hvad embedsværket siger…”

Tað ironiska er bara, at tað eru júst somu lógir, sum sama danska embætisverk hevði barslast við í fleiri ár áðrenn 2005. Og sum teir eisini royndu at fáa fullveldissamgonguna at samtykkja. Men tá fingu teir kortanei! Tí vit vistu, at sjálvt heimastýrislógin var eitt ljós afturímóti.

Vit kenna jú øll søguna, um hvussu forfedrar okkara miðvíst vunnu sær uttanríkispolitiska viðurkenning við sjálvi at vinna sær vegin fram; - sjálvt innanfyri Heimastýrisgarðarnar eydnaðist onkuntíð at vinna sær hevd. Treiskni og vilji kann til tíðir broyta siðbundnar fatanir og tulkingar. Hóast mótmæli frá teimum við donsku fatanini, um at føroyingar ikki høvdu mandat, so fingu vit t.d sjálvstøðugan limaskap í NAMMCO. So vunnu vit okkum út á 200 fjórðinga fiskimark.

Limaskapur í WTO hevði júst á sama hátt kunna vunnið sær hevd, um Løgtingið lat verða við at byrgja seg inni við fremmandum gyrðingum.

Heimildarlógin hevur eitt skeivt heitið, sum so mong onnur orð í okkara politisku heimastýrisverð. Hon gevur okkum ONGA heimild. Hon er pinnpakkað við avmarkingum. Men latið ikki orðagleps og annað forða okkum á beint aftur. Fáið bara hasa lógina av vegnum.

Annita á Fríðriksmørk