Tænastustøðið í 2021
Marin býr í bygdini Streymvík, har tað búgva umleið 600 fólk. Marin er ógift og hevur onga familju næindis. Stór broyting er hend í bygdini serliga seinastu 20-30 árini. Einaferð vóru fýra handlar, nú er eingin. Tríggjar bankadeildir, nú er eingin. Posthús, nú er einki. Postkassi hekk á einum veggi, nú er eingin. Læknin kom tvær ferðir um vikuna til viðtalu, nú kemur hann ikki longur. Eitt var kortini eftir, ein sjálvtøka, men nú er hon eisini tikin niður.
Marin er komin upp í árini, og er ikki so væl gongd longur. Hon plagdi kortini at ragga oman í sjálvtøkuna at taka sær nakrar krónur út; onkuntíð fekk hon ein granna at keypa fyri seg, tá ið hann fór av bygd til handils. Men tað at órógva ein granna at keypa fyri seg, var kortini ikki nakað, henni dámdi. Men nú var verri at eiga kontantan pening inni, tá ið eingin sjálvtøka longur var í bygdini. Hon kann so ikki geva grannanum gjaldskortið við, tað hevði hann heldur ikki vilja havt.
Marin hevur tí ongan annan møguleika enn at leiga bil til býin, har nærmasti banki er, tí busssambandið er ópassandi, hon skal bæði í bankan og í handilin, og gongulagið er so mikið vánaligt, at tað heldur hon seg ikki til.
Hýruvognsførarin er bæði fyrikomandi og hjálpsamur. Hann steðgar við dyrnar í bankanum. Marin fer inn, men hóast bankin er opin, og nógv fólk er innanfyri diskin, fær hon at vita, at kassin er ikki opin fyrr enn klokkan 12. Hon má tí so nakkalong út aftur í hýruvognin. Bilførarin øsir seg eitt sindur, hvat tað er fyri tænasta, teir veita.
Hálvur annar tími er enn, áðrenn kassin opnar, Marin biður bilføraran koyra í Keypsamtøkuna, tí hon hevur nokkso nógv at keypa inn, nú hon endiliga er nær einum handli, so mugu tey royna at fáa tíðina at ganga á onkran hátt inntil kassin verður opin. Tá ið Marin fer inn í handilin spyr hon bilførarin, um hann vil hjálpa sær, at fáa vøruna út í bilin. Eingin trupulleiki, eg komi inn við tygum, svarar hann, eg skal eisini keypa okkurt sjálvur.
Vit finna ein keypsvogn, og eg koyri hann út í bilin fyri tygum. Tey mugu bara geva sær góða tíð, hóast hon hevur ein taxa uttanfyri handilin. Tá ið tey eru liðug, koyra tey oman aftur í bankan, har máttu tey so bíða uttan fyri, inntil kassin í opna bankanum opnar. Marin fer inn. Hon stillar seg í bíðirøðina, har fýra onnur fólk standa. Marin er ókend við mannagongdina. Ein sigur við hana, at hon skal taka eitt nummar.
Marin má nú úr aftur bíðirøðini eftir einum nummarið. Hon stillar seg so aftur aftast í røðini. Tá ið hon endiliga kemur til kassan, rættir hon kassadamuni gjaldskortið, og biður um at fáa 10.000 krónur út. 10.000 túsund? sigur daman, hvat skulu tygum brúka peningin til?
Hvat eg skal brúka pengarnar til, sigur Marin, tað veit eg ikki. Eg havi ikki møguleika at taka pening út har eg búgvi, tí eingin banki og eingin sjálvtøka eru nærindis, tí má eg bara taka nóg mikið nú eg eri her í býnum. Marin hoyrir at ein, sum stendur í røðini aftan fyri seg teskar: hvítvaskin, ein annar er meira harðmæltur:
Hvat billa tey sær inn, at spyrja hasa gomlu konuna, hvat hon skal brúka sínar egnu pengar til! Marin fær tó peningin. Ørg og flóv við høvdinum hangandi niður á bringuna, smoykir hon sær út úr bankanum: Hon hugsar, hvønn munnu hasir kundarnir halda meg vera, spyrja meg, hvat eg skal brúka mínar pengar til!
Komin út í bilin sigur hon bilføraranum frá tí, sum fór fram í bankanum. Bilførarin gjørdist óður: Eg farið beint inn í bankan, har skulu tey fáa av at vita! Nei, segði Marin, lat vera, eg fari so ongantíð inn aftur í ein banka at taka pening út, so má eg heldur leiga bil til onkra sjálvtøku, hvussu langt burtur hon so er, og so leingi nøkur sjálvtøka er eftir, at taka tað mest loyvdu upphæddina út.
Tey koyra aftur til Streymvíkar. Bilførarin ber vøruna inn fyri Marina. Hon spyr, hvar túrurin kostar? Tey hava verið burtur nakrar tímar, og tað kostar nógvar hundrað krónur, at hava ein taxabil so langa tíð.
ilførarin er kortini náðigur, og tekur ikki fult gjald fyri bilin. Marin hevur hug at mótmæla, at hann skal taka tað, sum túrurin kostar. Bilførarin sigur, at hann hevur eisini brúkt túrin at handla til sín sjálvs. Marin takkar honum fyri túrin og hann fer.
Troytt og heldur sinnisrørd boyar Marin seg niður á ein stól. Hon hugsar um hvat hendi á túrinum, og um eitt land, sum er so ríkt í allar mátar, men har tænastustøðið er so vánaligt.
John Myllhamar