Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tænastumannaeftirlønarskylda landsins nærum gjørd upp

Landskassin hevur skyldu at rinda teimum eftirløn, sum hava verið tænastumenn, løgmenn, landsstýrismenn ella løgtingsmenn. Skipanin við tænastumonnum er, at meðan tænastumaðurin er í starvi, rindar landskassin einki eftirlønargjald. Eftirlønin verður í staðin útgoldin, tá ið tænastumaðurin fer úr starvi og verður eftirløntur.

Gjaldstovan hevur seinastu árini skrásett tænastumannaskylduna og hevur fingið aktuar at meta um hana. Upphæddin er kostnaðurin, hevði landið keypt seg leyst frá skylduni nú.

Úrslitið er 3,4 mia. kr. Komið er fram til talið soleiðis: Skyldan fyri teir tænastumenn, sum eru gjørdir upp higartil, er 3,5 mia. kr. Av hesum verður mett, at danska ríkisstjórnin eigur 400 mio. kr. vegna eftirlønarskyldur frá tíðini, áðrenn føroyskir myndugleikar høvdu yvirtikið málsøkini. Skylda landskassans netto er sostatt 3,1 mia. kr.

Roknað verður við, at umleið 10% eru eftir at gera upp, og eru tey ikki við í hesum talinum. Verða 10% løgd afturat, er samlaða skyldan samanlagt 3,85 mia. kr. Tá ið danski parturin verður drigin frá, er hon 3,4 mia. kr. Í roknaðu skylduni er skyldan mótvegis løgmonnum, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum ikki innroknað. Arbeitt verður í løtuni við at skráseta og rokna ta skylduna.

Eftirlønarskyldan er uppgjørd óskattað, tí verður skylda landskassans netto eftir skatt minni, samsvarandi skattingini, tá ið goldið verður út.

Tá ið skyldan er roknað, so er roknað við eini rentu (uppgerðarrentu) á 1%. Rentan er roknað sum munurin millum tað avkastið, sum lívstryggingarfelag hevði kunnað fingið burturúr og mettu lønarhækkanina í tíðarskeiðinum. Tað 1 % er rentan, sum aktuarurin hevur mett at vera mest sannlíka í løtuni.

Tað skal undirstrikast, at rentustøðið, sum roknað verður við, ávirkar upphæddina ógvuliga nógv. Til dømis, um roknað hevði verið við hægri rentu ístaðin fyri 1 %, hevði roknaða eftirlønarskylda landskassans verið væl lægri.

Í staðin fyri at seta fólk í tænastumannastarv og binda seg til at rinda eftirløn, tá ið tey fara úr starvi, verða flestu alment settu starvsfólkini í dag sett sambært sáttmála, við áseting um eftirlønargjald til tryggingarfelag. Eftirlønargjaldið verður útreiðsluført sum ein lønarútreiðsla hjá avvarðandi stovni. Tá ið starvsfólkið so fer úr starvi, er landskassin leysur av eftirlønarskylduni og starvsfólkið fær sína eftirløn frá lívstryggingarfelagnum.

Hetta hevur havt við sær, at talið av tænastumonnum í starvi er minkað munandi seinastu árini, serliga av tí at landið er givið at seta tænastumenn á skúlaøkinum (í 1997) og á serstovnaøkinum (í 2006). Talið av ársverkum hjá tænastumonnum í starvi er 442 í ár sammett við 489 í 2009. Hinvegin er talið av persónum, ið fáa tænastumannaeftirløn útgoldna vaksið, og var um ársskiftið 598 persónar.

At færri verða sett sum tænastumenn, ger at eftirlønarskyldan samanlagt minkar, men sæst hetta ikki aftur í útgoldnu tænastumannaeftirlønunum, fyrr enn um 15-20 ár, tá ið síðstu tænastumenninir á skúlaøkinum og serstovnaøkinum verða eftirløntir.