Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tænasta eigur at verða veitt á sjálvbodnum grundarlagi

Regluverkið kring loðsviðurskifti tekur støði í persónum, sokallaða “kendt-mand” skipan og hvørki altjóða IMO ásetingar, aðrar altjóða reglur, ella loðslóggáva í nøkrum landi rundan um okkum, er landsstýrismanninum kunnugt, nýtsla av sleipara álagt í lógini til skip omanfyri ávísa stødd. Nýtsla av sleipara, tá skip skulu leggja til kai, eigur at verða skipað sum eitt tilboð, ið havnir, skipasmiðjur o.o. sjálvboðið veita, tá eftirspurningur er eftir tí, og eg meti, at slík tænasta eigur at verða veitt á sjálvbodnum grundarlagi, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður m.a. í svari til fyrispurning frá Kára P. Højgaard, úr Sjálvstýrisflokkinum.

Spurningurin var soljóðandi:

Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um, saman við kravinum um tvungnan loðs, at áleggja gjald/nýtslu av sleipara, um skip oman fyri 10.000 DWT skulu leggja til kai í føroyskari havn.

Svarið frá landsstýrismanninum:
Tann 1. januar 2013 varð loðslógin sett í gildi. Endamálið við loðslógini er at seta krav um, at skip í sambandi við sigling inn og út úr føroyskum havnum, skulu nýta loðs fyri á tann hátt at betra um trygdina á sjónum og fyri at verja umhvørvið. Men eisini áðrenn loðslógin varð sett í gildi, var galdandi ein loðsskipan, ið virkaði á óreguleraðum grundarlagi. 

Loðsskipanin, sum er í dag, byggir á ta skipan, ið longu var galdandi áðrenn, har kommunurnar/havnirnar hava ábygd av at veita hjálp til skip í sambandi við sigling inn og út úr havnunum.  

Tað er at frøðast um, at vinnan í Føroyum er kappingarfør við útlendska marknaðin, tá tað kemur til at veita tænastur innan umvælingar og viðlíkahald á størri skipum, boripallum o.a. Hóast eg eri samdur við spyrjaran um, at tað hevði verið skilagott, at Føroyar hava tøkar sleiparar við stórari orku, ið kann veita sleipitænastu til størri handilsskip og onnur før, ið hava trupult við at mannerera ella tá veðurlíkindi eru vánalig, meti eg ikki, at tað er rætt at seta krav um nýtslu av sleipibátum saman við loðsskylduni á skipum omanfyri 10.000 DWT. 

Sum er, eru slíkir sleipibátar ikki tøkir í Føroyum, og av tí, at skyldan at veita loðstænastu er løgd til havnirnar, er ringt at meta um, hvussu krav um at veita sleipitænastu skal verða álagt. Tað kann gerast trupult hjá øllum kommum/havnum at gera íløgur í stórar sleipibátar og tað kann gerast trupult hjá einum stórum sleipibáti at veita sleipitænastu í øllum havnum kring landið, umframt at ein nýtslugjaldskipan, áløgd við lóg, kann ikki verða inntøkuskapandi, men einans kostgrundað, t.e. at gjaldið skal svara til kostnaðin at veita tænastuna. 

Verandi føroyska loðsskipanin, sum tekur støði í IMO Resolution A.159(ES.IV), hevur lagt skylduna til havnirnar kring landið at taka sær av loðsingini. Eisini eru krøv sett um, hvørji skip skulu nýta loðs. Ásett er veitingarskylda til havnirnar at veita loðstænastu, og krøv eru sett til førleikar hjá loðsum, umsiting, eftirlit, gjøld o.a.

Regluverkið kring loðsviðurskifti tekur støði í persónum, sokallaða “kendt-mand” skipan og hvørki altjóða IMO ásetingar, aðrar altjóða reglur, ella loðslóggáva í nøkrum landi rundan um okkum, er landsstýrismanninum kunnugt, nýtsla av sleipara álagt í lógini til skip omanfyri ávísa stødd. 

Landsstýrismanninum kunnugt hava ymisk lond í Asia, t.d. Kina, sett krav um nýtslu av sleiparum, tá stór skip skulu í havn. Talan er ikki um lógarkrav tengt at loðsskylduni, men um krøv, sum ymsar havnir hava avgjørt at seta. 

Í Evropa sæst ikki, at havnir hava sett hetta krav, men hetta er eitt tilboð, sum nógvar havnir veita, og eitt tænastuynski sum skip og reiðarí hava á ávísum førum.

Nýtsla av sleipara, tá skip skulu leggja til kai, eigur at verða skipað sum eitt tilboð, ið havnir, skipasmiðjur o.o. sjálvboðið veita, tá eftirspurningur er eftir tí, og eg meti, at slík tænasta eigur at verða veitt á sjálvbodnum grundarlagi.

Tórshavn, tann 16. mars 2015

Vinaliga

Johan Dahl
landsstýrismaður