Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað verða ikki altíð jól í Svínoy

Fyri smáum tveimum vikum síðani gekk Günter Grass, týskur rithøvundur og Nobel-vinnari, út úr sínum jarðiska lívi, 87 ára gamal. Fyri nøkrum árum síðani legði hann kortini á borðið um sína nazistisku ungmennatíð. Eftir hetta gekk ein journalistur honum nakað nær, og vildi vita meiri um hetta tíðarskeið í lívi hansara. Tað er nú einaferð soleiðis, at hvørki tað skilagóða tíansheldur tað tápuliga, sum krøkir seg í kjalarslóðina hjá hvørjum einstøkum, kann sveipast ella kutast burtur ella so hissini leggjast upp úr viðførinum, sum onkursvegna fylgir tær fram at gravarmúlanum. Tað mást tú sáttast við. Tú verður sniðgivin av arvastreinginum og kringumstøðunum, og harvið verður tað. Tað meiri tú livir tætt undir eggini, í spenningsfeltinum á markamótunum, tess størri er kjansurin fyri at gera mistøk og samstundis tað meiri hepna. “Tess størri maður, tess størri brek”, sum Pól F. tók til. 

Grass gjørdi upp við sína egnu fortíð, áðrenn nakar annar avdúkaði hann, og sum eg endurgav hann fyri at siga í blaðnum, í aðrari grein, í vikuskiftinum: “Søgan. Søgan er sum ein tipt kumma. Líkamikið hvussu ofta tú skolar niður, so kemur lorturin uppaftur.” Her hugsaði hann meiri um egin mistøk, heldur enn ta sannroynd, at hann onkursvegna eydnaðist sum ein moralsk lívæðr hjá týsku tjóðini í uppbyggingar- og menningartíðini, eftir at brúnu herliðini hjá Adolfi Hitler góvu skarvin yvir andvegis teimum sameindu í 45.

Søgan er skjalið um lívið sum var. Kennir tú hana ikki, trilvar tú í blindum, hon er sum eitt drívakker, sum ein eftirstjóri, at miða inn í framtíðina við. Kennir tú ikki fortíðina, skilir tú ikki samtíðina og fært heldur ikki gjøtlað rætt til miðis inn í framtíðina. Ídag hevur Merkið – flagg okkara – súmbolið – visuelli tjóðsavnari okkara – veittrað yvir teimum politiskt ófrælsu Føroyum í trýfjerðingsøld, 75 ár. Annað hátíðarhald verður í hesum døgum hildið fyri at sjeyti – 70 – ár eru drigin inn á tíðarhespuna, síðani seinra styrjøldin fekk mønustingin frá teimum sameindu, og nazistiska hugmóðin og sjúka hugsjónin um yvirmenni, einaræði og gýðingatýning fekk mønustingin. Á hesum mótinum fingu føroyingar sítt flagg. 

Tað tykist sum hava vit trupult við at reagera og agera uttan so, at trýst kemur á okkum uttaneftir. Hin meiri enn stórthundrað ára gamla tjóðskaparrørslan, tilvitið um at Føroyar eru serstøk tjóð, nationali djúphavsstreymurin, sum ongin fær steðgað, tí hann ferðast ímillum og umvegis høvd og hjørtu okkara, hevur kortini verið miðilin, sum hevur flutt okkum, og krossfeldi dúkurin hjá føroysku studentunum í Keypmannahavn hevði longu nøkur ár á baki, tá eldur hevjaði seg úr eimi, og allur heimurin var á rokinum í einum heljarstríði í 1940. Harðrenda tvístøðan ímillum heimsins gigantar kravdi, at vit fingu eina visuella eyðmerking sum tjóð, kravdi at onnur vistu hvørji vit vóru, nú tað av krígsávum var slitnað ímillum Føroyar og Danmørk.

Vit høvdu frammanundan ikki verið samdir um hetta, ilt er at vita um vit enn høvdu funnið eina loysn á hesum sjálvir, men kringumstøðurnar, erlent trýst, elvdi til samanrenningina um, at júst Merkið frameftir skuldi vera savningarsúmbolið hjá tjóðini. 

Charlatanurin Hitler, við sínum vitleysa atburði, eigur partvíst heiðurin, men mestu tøkkina eigur stóri statsmaðurin Churchill fyri, at vit ídag savnast um og hátíðarhalda vakra flagginum við norðurlendska sniðnum og litunum frá stóru fronsku kollveltingini. Føroyskir sjó- og fiskimenn eiga mestu æruna av, í krígssigling at hava veitt flagginum sín treysta legitimitet, sum ongin ivast um í dag, nú tað veittrar á landi og á teimum sjey høvunum sum viðurkent tekn um, at her, mitt í sjónum, í Norðurhøvum, búleikast ein serstøk tjóð, sum á ymsum mótum stríðist í gerandisdegnum fyri at breyðføða seg, og fyri at halda samrakstrarmáttin – tjóðskapin – við líka og væl tað. Vit eru samdir um flaggið, men framhaldandi eru vit ikki samdir um hvussu vit skulu skipa okkum politiskt á heimspallinum undir Merkinum. Tey íhaldnu trívast við status quo, meðan tey framsóknu støðugt toyggja seg eftir nationalstatinum. Báðir partar mega virða sjónarmiðini hjá hvør øðrum, hóast teir ikki viðurkenna tey, men ivaleyst er tað, at vit verða fluttir onkran veg, tí onki stendur í stað í hesum heimi. Kann vera, at vit blíva fluttir aftureftir, men helst fer seiggið í tjóðskaparliga tilvitinum at flyta okkum fram í eina nýggja tíð, har vit taka størri ábyrgd á okkum sjálvar, vit føroyingar. Hetta er tann politiski parturin.

Ídag eru vit allir samdir um, at Merkið er flagg okkara. Tað fer ein ylur ígjøgnum mergin, tá vit síggja tað vundið í húna, serliga tá vit skoða tað vundið á stong í útlondum og í fremmandum havnum. Onkur rør framundir, at vit áttu at sniðgivið okkum eitt nýtt tjóðarmerki, Merkið skal líkasum vera ovmikið old-fashion, men latið okkum vælsignaðar halda fast um teir fáu lutirnar, vit eru samd um, her er nógmikið í landinum sum skilir.** Fá lond í heimi eru so neyvt skilgreinað tjóðskaparliga sum Føroyar. Landafrøðiliga er havsins dráttur, og harvið hitt mikla ríkidømi av svimjandi ressourcu, næsti granni, ímillum okkum og landafrøðiligu grannarnar. Mál og mentan eru okkara egnu, og hartil er fólkið ein rímiliga homogenur massi í etniskum uppruna. Tí hava vit ikki tørv á at uppfinna og definera okkum sjálvi frá degi til dags. Vit eru har, hava altíð verið har. Men tað kann nú eisini vera ein koddi, atvoldin til dólskni, tí verðin er nú einaferð soleiðis samanskrúvað, at stásið skal haldast við líka, alt krevur røkt, skal rot og forfall ikki seta at, og í hesum førinum niðurlaða tjóðina. Tí veldst nógv um tjóðarbygging.

Tjóðarbygging hevur onki við partapolitikk at gera. Tað snýr seg um at røkja lunnarnar, sum tjóðin stendur og skal standa á. Materian er eitt, hitt dagliga breyðið. - Onkur segði, at vegurin til mansins hjarta gongur ígjøgnum búkin, men slær hjartað ikki fyri øðrum ella onkrum, og vendir høvdið ikki rætt, so er skjótt at ganga seg út av ørvarendanum. Øll eiga vit tjóðina, og øll eiga vit ábyrgdina fyri, at mál- og mentanarligu stikini ájavnt og ásamt verða hildin í góðum og tryggum standi. Romantiska tjóðskaparrørslan kveikti. Málið, sum Svabo á gitnu ferðini í mismóti hevði slept sum farið, fekk eina renæssancu. Sangir vórðu yrktir, bløð komu á marknaðin skrivað á føroyskum, skaldskapur kom úr goymslum, sum ongin visti um, og strongt var á, til tess at fáa føroyska málið til heiður og æru í kirkjum, samkomuhúsum og skúlum og seinri fingu vit bíbliutýðingarnar og útvarp og sjónvarp. Fólkaháskúla, tekniskar skúlar, handilsskúlar, sjómansskúlar, húsarhaldsskúla, maskinmeistaraskúlar, studentaskúlar, lærdan háskúla o.s.fr. Tilvitið um egin virðir var komið inn undir húðina á okkum føroyingum. Hóast onkur hevur skýrt okkum at vera “the land of maybe”, so vóru vit stálsettir í strembanini eftir at leggja lunnarnar undir hesa serstøku tjóð, og tað hevur í stóran mun eydnast, og hóast stríð hevur staðist um staklutir á leiðina, so eru øll samd um, at hendan tjóðarbyggingin var einasti og rætti vegurin at fara.

Hendan gongdin má og skal halda fram. Vit mega ikki gloyma, at onki kemur av ongum, stríð og lógvatøk flyta okkum frameftir. Í dag kann hetta alt tykjast so sjálvsagt, men bar tað til, at trýsta á ein delete knøtt tjóðskaparvirðunum viðvíkjandi, hevði staðið illa til. Tí eiga allar góðar kreftir áhaldandi at stimbra hesi gongdini, og fáa hana í eina uppaftur hægri sferu. Tíverri havi eg ein varhuga av, at tilvitið um tjóðskapin í støðum dragnar. Alt verður tikið fyri givið. Laissez-faire hugburðurin er ov eyðsýndur, serliga hvat málinum viðvíkur, sum eigur og skal vera og er okkara onkarlutur par excellence. Fólkið hevur ongantíð gingið meiri í skúla enn í okkara tíð, men dag og dagliga ógvast man um, hvussu máliskur, bendingar, endingar, fyrisetingar o.s.fr. alt meiri standa á glæ tann skeiva vegin. Skeiklanin smittar, serliga úr luftbornum og skrivaðum miðlum, tí mega bøtandi hendur setast inn, fyri at leggja kósina rætta aftur. Hetta er ábyrgdin hjá foreldrum, námsfrøðingum og kennarum. Er trupulleikin hann, at tjóðskaparliga tilvitið er farið undan húðini aftur, at gamla romantiska tjóðskaparrørslan hevur mist takið, so má tjóðarlaðing til av nýggjum á hesum mótum. Verja má leggjast um dýrasta arvin, og nýggj megi leggjast í, fyri at sjálvur bulurin ikki misferst, men skal liva sítt fríska lív frameftir.

Trýstið uttaneftir er sjálvandi ein orsøkin til, at hóttafall er farið at síggjast í støðum. Talgildu hillarnar standa til at bresta av tilboðum. Stútt og støðugt ferðast vit inni í globalu loftsnældunum, hesar alheimsligu krambúðir við alskyns undirhaldsgóðgæti, sum ávirka meiri enn vit geva okkum far um í samtíðini. Tað verður sms´að, skeipað, zappað og surfað í digitala sævarmálanum, bókstaviliga í vatnskorpuni, tí hóast skúlaskapurin ongantíð hevur verið dyggari og rúmari í tíð, so kennist samtíðin onkursvegna merkiliga substansleys. Ongin kavar niður í mergin á evnum, sum eru til viðgerar, alt skal vera so sára lætt og frekvensurin so títtur, at onki legst til í hugans goymslum. Tað fløðir og fjarar, men onkursvegna tykist tað, sum kemur onki av týdningi inn við sjóvarfallinum. Kanska er ein trupulleikin, at vit ongantíð funnu avloysaran fyri spjallanina yvir um trý ættarlið við døgverðaborðini. Har ommur fluttu førningin víðari fram til ommubørnini, og í fjøru, bø og gerandisverki, har abbar royndu at leggja óvitunum lag á við tráðu, haka, spaka og spæli. Í so máta gjørdist ungdómurin offur í strembanini eftir meiri vælstandi, stovnsgjørdur, tí tráanin eftir meiri materiu kravdi fleiri tímar á arbeiðsmarknaðinum, og pedagogarnir eru nú ikki settir í starv fyri at taka ábyrgdina frá foreldrunum, tíansheldur til tað, at yvirføra mentanararvin til ungdóm landsins. Teirra uppgáva er at halda stásinum við líka, meðan mammur og pápar stríðast fyri dagliga breyðnum, næstu uttanlandsferðini, blunkandi nýggju og glæsiligu bivreiðini, stórsta flatskerminum í bygdini, dýra gardinbátinum, sum er í brúki tveir dagar um árið o.s.fr.

Vit mega finna ein leist, sum ger okkum til føroyingar og europearar. Taka vit miðnámsskúlarnar, so er eisini farið at halta av álvara í tí segmentinum. Nýggj skipan er smíðað, sum tykist hava til endamáls, at gera okkum kinesiskari enn kinverjan. Alt skal inn í rokniark, og til endans vera vit eitt stórt og tómt XL-ark. Programmeraðir ísakaldir roknarar, við ongari barlast, - ongum mentanarførningi. Arvurin frá Rikard Long, Nygaard, Petersen og Haraldsen, plantaður dygt í europeiskari mentan, skal víkja, almenna dannilisi umvegis gomlu kulturmálini latín og franskt og søga og fornaldarfrøði v.m. skal kutast úr individinum, skandinavisku málini hava eisini fingið eitt vambakast, eru veingjaskotin, og tað fer heilt víst at lækka mentanarstigið í landinum. Goethe helt einaferð fyri, at týskarin var sterkur í individinum, men veikur í massanum, nú mega vit ansa eftir, at vit ikki gerast sveklingar í báðum hesum høpum.

Ein hátíðsdag sum í dag ber eisini til at seta gradistokkin niður í føroyska samfelagið. Skiftandi er hitin kring landið, yvirhøvur er nógv ferð á, tað gongur væl í støðum og minni væl aðrar staðir, men framvegis fáa vit ikki teir stóru balansarnar at makka rætt, hóast møguleikarnir til tað eru størri enn hjá teimum flestu. Ein hálv millión tons av svimjandi tilfeingi árliga átti at fíggjað húsarhaldið hjá 48 túsund fólkum sum ongan ting, tí er okkurt rangt í politisku konstruktiónini, tá hall er á heimastýrisfinansunum í mesta hákonjunkturi, enntá við tjúkkari slangu niður í ríkiskassan danska. Grádigheitin ger, at vit liva ikki í pakt við kringumstøðurnar og natúruna. Tit, eystanfyri Djúpini og norðanfyri Leirvíksfjørð, eisini her norðuri á Oyruni og í Sundi, vita betri enn tey flestu, at uppdrift skal til, og at onnur hondin ikki fær brúkt meiri enn hin forvinnur, yvir longri tíðarmál undir øllum umstøðum. Tí løgdu tit her norðuri, ímillum Lokkan og Enni, til í kappingini. Bygdu flakavirki, blaðungir menn við Pimma og Palla hjá Tóraranum á odda smíðaðu Sundaenni í Vestmanna, aðrir smíðaðu og keyptu útróðrarbátar, vóru knappir í grind og á fuglaveiði. Og í friði hildu tit ítrótt og spæl, sum Mikkjal á Ryggi tekur til í sanginum. Hvør minnist ikki, tá Norðingurin sneiddi allar av á føroyskum firðum og vágum, serliga tá hann vann á Skalafirði, um føroyameistaraskapin, eftir at Havnarbáturin hevði lagt árarnar inn fyri einum uttanveltaðum skoti, beint áðrenn málið var í eygsjón, og Niels Juel fór úr sínum góða skinni og rópti bragdliga á býarmenn sínar úr Havnini um at leggja árar í toll av nýggjum, men onki bataði, Norðingurin fór eisini við tí steypinum. Seinri sneiddi Sundabáturin allar av, og á havmiðum hevur hin treysti Livar víst okkum, at vit kunnu vera í heimsklassa, um viljin annars er til tað.

Aftur til javnvágirnar í øllum lívsins viðurskiftum. At skilja tær, er eisini ein arvur. Tá eg læs ta framúr góðu bókina “Jústa-ættin” hjá Líggjasi í Bø, skilti eg veruliga hvussu bygdabúskapurin var fingin at hanga saman. Nógv knoss, men tað ráddi um at troyta tað sum var fyri hondina, í pakt við natúruna. Heimurin tosar um at vera sustainable – burðardyggur. Tað ljóðar sum okkurt, ið nútíðin hevur uppfunnið, men hugtakið er væl og virðiliga gróðursett í øllum tí, sum tykkara forfedrar fingust við í bjørgum, í bø og haga, og á havmiðum. Vit hava ikki tørv á at leita í altjóða konventiónum fyri at finna útav hesum, at fara yvir um ánna eftir vatni, fyrimyndirnar liggja í samfelagnum sum tit reistu grundir á. 

Tú sleppur ikki undan stríði, skal tú liva og yvirliva. Hans Pauli hjá Mortani, skyldmaðurin, mamma hansara og langabbi mín vóru systkin, harvið var hon langabbasysti mín, úr Nólsoy, sigur soleiðis frá í “Jól á Halanum”: “Mamma virkaði alla ullina, sum hon fekk. Tað kom ikki klædnatráður upp á okkara kropp, sum ikki var úr føroyskum, og tað fór ongantíð nakar maður avstað úr húsi hennara, uttan at hann hevði nóg mikið av undirklæðum, stúkum og undirbuksum umframt troyggjum og hosum. Vit kendu ikki til annað. Hugsi ikki, eg hevði verið í útlendskum undirklæðum, tá eg giftist. Og alt virkaði hon. Tað var ikki sterka síðan hjá okkum beiggjunum at kæra og spinna, men vit tóku saktans eina hond í sovorðið, tá ástóð.” Og so leggur hann afturat: “Pápa dámdi ikki, at vit brúktu vøttir. Hann vildi venja okkum til at tola alt. So tá aðrir dreingir og menn á heystar- og vetrardegi til nótakast brúktu vøttir, sluppu vit ikki í slíkt. Pápi helt altíð, at likamið verður lagað at tola tær umstøður, tað livir undir.” Og nú síggi eg fyri mær dagligu gongurnar av óvitum, undir kønari pedagogleiðslu, sum fara spasserandi eftir gongubreytunum í metropolunum, umvavdir í trygdarvestum, trygdarstilvum og trygdarhjálmum. Drignir so langvegis frá natúruni sum tilber. Kanska er tað á hesum mótinum, at vit skulu finna inn á røttu javnvágirnar aftur. Eitt fólk sum livir so tætt at natúrumáttinum má venja seg til hann og við hann, annars hongur tað í leysum lofti. Og sum Viderø sigur frá onkrum her norðuri: “Tað verða ikki altíð jól í Svínoy!” Hetta skuldi Jóhanes í Follendi á Viðareiði siga við Pætur í Skálavík, eftir at hesin hevði verið eina fríggingarferð í Svínoy ímillum jólanna tað eina árið, og sum hevði vignast somikið væl, at hann ynskti at seta búgv í oynni. Et strid vort liv monne være, søgdu tey gomlu, og fráboðanin í heilagu skriftunum, at í sveitta andlits tíns skal tú breyð títt eta, er líka nýggj á hvørjum degi.

Tað skerst ikki burtur, at Merkið er ein marknasteinur ávegis til tjóðskaparligt frælsi. Frælsishugtøkini eru kortini so mong. Filosoffurin John Stuart Mill sigur um hetta: “Einasta frælsi, sum hevur heitið frælsi uppiborið, er rætturin at liva okkara lív eftir egnum høvdi, soleingi vit ikki leggja øðrum forðingar í vegin til tess at røkka hesum sama frælsi. Heldur ikki eiga vit rættin at steðga strembanini hjá øðrum fram ímóti hesum sama máli. Ein og hvør er sjálvur hin rætti verjin av egnari likamligari, andaligari og moralskari heilsu. Mannaættin fer sum best, lata vit einstaklingin liva og virka sum honum lystir, heldur enn at lata hann hóra onkursvegna undan, eftir ásetingunum, sum vit onnur halda vera frægastar fyri hann.”

Søguloysi breiðir seg. Vit kenna versiónina hjá Günter Grass, um tipta lokumið. Nú vit eru stødd í grannalagnum hjá bygdini Fossá, rennur mær fram í hugan nøkur orð, sum eg einaferð brúkti av tingsins røðarapalli, eftir at onkur av kollegunum var lopin framav, og hevði avdúkað sítt søguloysi. Fenomenali sjónvarpsmaðurin Zacharias Hammer prátar á skíggjanum við legenduna Osvald Sivertsen, og endareplikk Osvalds hendan dagin er: “Eitt fólk, sum ikki kennir sína søgu, er eitt fátækt fólk, um tað so svimur í pengum.” 

Lat hesa myndina standa eina løtu: “Eitt fólk, sum ikki kennir sína søgu, er eitt fátækt fólk, um tað so svimur í pengum.”

Takk eiga tit ið lýddu á, og blíðan byr fari eg at ynskja tykkum í ókomnum døgum.