Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað var gamalt, at mann steinaði síni børn til deyðis

Ímynda tær, at tú kemur fram á eina gifta kvinnu, sum er saman við einum øðrum manni. Hvat ger mann? Skal mann siga frá? Skal mann tiga? Hvat er tað rætta?

Svarið er í grundini lætt nokk. Tað er bara at hyggja í bókina, sum minnir nokkso nógv um eitt spikpetti í útsjónd. Bókin er bíblian. Bíblian er staðið, har mann fær svar upp á øll heimsins ivamál. Og hvat stendur so, at mann skal gera, um ein gift kvinna fer saman við einum øðrum manni? Tað stendur stutt og greitt: Bæði tvey skulu steinast til deyða. Sodan. (3. Mósebók 20, 10)

... men mann skal eisini ansa upp á við at banna!

Tá mann hyggur at fótbólti, so er tað vanligt at hoyra orðingar sum:

“For helviti takið tykkum saman!” ella “O fanin also Messi er góður! Skíti á, hvat onnur siga. Hann ER verðins besti spælari”.

Um tú kennir teg aftur, so mást tú passa væl upp á, at tú BARA bannar til fótbólt og ikki tíni foreldur, men skuldi tað hent seg, at tú t.d. kom til at siga:

“ For fanin babba! Kom her við tær. Tú hevur sitið alt ov leingi í hasum bálinum. Tú kolast upp, um tú ikki reisir teg upp og finnir tær eitt kaldari stað at sita”

OH Ó! Hatta er umleið tað svakasta, mann kann gera, tí bannar tú móti tínum foreldrum, ja, so skalt tú steinast til deyða. Um tú hinvegin bara bannar generelt, so er revsingin eitt sindur mildari, tá skal mann bara seta eld á eina dúgvu og geva presti eina aðra dúgvu. (3. Mósebók 20, 9)

Í somu bók eru eisini ring tíðindi til tey sum spáa. Tey skulu eisini drepast, so tit veðurfrøðingar, demografar og øll onnur, sum spáa um framtíðina. Tit eru fucked. (3. Mósebók 20, 27)

So skal mann brúka mósebøkurnar til at legalisera sína kúgan av samkyndum. So má mann eisini taka veðurfrøðingin, børnini sum banna móti sínum foreldrum og ótrúgvu konuna við í roknistykkið. At brúka tey samkyndu sum syndabukk er for lætt.

Vinarliga

Hergeir Staksberg