Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað undrar meg, tá gjaldið verður lækkað

Nú kommunur eru farnar at kappast um at lækka gjaldið til barnagarðarnar, kann man ikki annað enn undrast. Sum fakfelag hoyra vit bert um, hvussu dýrt, økið er, og at kommunurnar ikki hava ráð at hækka lønirnar. 

Í prinsippinum havi eg einki ímóti, at gjaldið verður tikið av. Í Føroyum ganga nú um 97% av børnunum á stovni. Tí ber ikki til at kalla stovnar eitt val hjá foreldrunum longur. Eins og fólkaskúlin, er barnagarðurin vorðin ein natúrligur partur av uppvøkstrinum. Tí gevur tað meining, at hesin partur bert verður fíggjaður umvegis skattin, eins og skúlin. Serliga, tá ið hugsað verður um, at vit samstundis kunnu vísa á fleiri granskingar og kanningar, sum siga, at eitt gott barnagarðspláss kann spara útreiðslur hjá samfelagnum í framtíðini. Sí greinina, “Umstøðurnar mugu betrast á dagstovnaøkinum” http://www.pedagogfelag.fo/tidindi/vis-grein/grein/umstoedurnar-mugu-betrast-a-dagstovnaoekinum-409/

Vit mugu tó vera á varðhaldi, tá ið politikarar “lokka” við gjaldinum - tí vit hava fyrr sæð, at tá ið kommunalir kassar eru sperdir, er skjótt at sparingar raka dagstovnarnar. So ein lækking ella avtøka av stovnsgjaldinum í dag kemur lættliga at merkja verri dagstovnar í morgin. Sum er, er einki fast minstamark fyri tímajáttan á stovnum. Ein vegleiðandi lykil er - ein lykil, sum varð ásettur fyri 23 árum síðani - í 1992, tá Føroyar vóru í djúpari kreppu - og fleiri stovnar eru í roynd og veru longu undir tí markinum fyri tímajáttanir. Krøvini seinastu 15 árini, eftir at dagstovnaøkið varð lagt út til kommunurnar at umsita, eru økt. Ein tann størsta broytingin var, at ábyrgdin av sertørvi varð flutt frá landinum til kommunurnar, tvs, ein uppgáva, sum sum dagstovnarnir so skuldu loysa. Umframt hetta eru støðugt fleiri samfelagslig krøv komin, so hvørt sum samfelag og foreldur eru vorðin meira tilvitað um týdningin av einum innihaldsríkum gerandisdegi. Úrslitið er, at starvsfólk, námsfrøðingar, uppliva, at krøvini til starvið er munandi økt, meðan umstøðurnar ikki hava fylgt við. 

Sparingar síggjast ikki altíð so væl
Einaferð var tað púra vanligt, at vøggustovurnar høvdu heitan mat til tey minstu. Hetta er sjáldsamari í dag, kenni í grundini onga vøggustovu, sum bjóðar heitan mat sum part av tilboðnum í dag. Maturin er eitt týðiligt dømi um sparingar – og flestu foreldur kenna í dag til krøvini, umframt matpakkan at keypa fruktir til stovnar, summi enntá blæur. Fyrr var hetta í stóran mun partur av gjaldinum. Hetta eru broytingar, sum eru komin so líðandi, at fólk ikki rættiliga leggja tað til merkis. Somuleiðis er lækkandi tímatalið nakað, sum kemur so sníkjandi. Tað byrjar í fleiri førum við tímunum, sum vera játtaðir til sertørv, har skorið verður niður, kanska ein frymil við, hvussu tímar skulu játtast til ein stovn, verður broyttur, soleiðis, at tímar verða burtur. Fyri foreldrini er tað torført at síggja, at einir tveir tímar á einari stovu eru burtur. Og nýggj foreldur vita ikki betur. 

Her er ov lætt at snúgva sær - ongar ásetingar eru - hvørki um tímajáttanir (normeringar), ei heldur er nøkur áseting, hvørjar útreiðslur hoyra til raksturin. Skulu vit seta tað heilt fýrakantað upp, so kundi man hugsað sær, at tað endað við, at summir stovnar fara at biðja børnini sjálvi hava pappír við, um tey vilja tekna..

Vit hava sagt tað fyrr: vit mugu og skulu  tryggja børnini og stovnarnar við einum minstamarki fyri játtan. Tí sum støðan er í dag, minkar veruliga játtanin ár undan ári. Við einum minstamarki, so kundi man veruliga fegnast um, at gjaldið til foreldrini varð lækkað - tí tá høvdu sannlíkindini fyri, at børnini vórðu rakt, ikki verið líka stór.

Um politikarar veruliga ætla at brúka fleiri pengar upp á dagstovnaøkið, so eru nøkur viðurskifti, sum tey kundu havt í huga fyri at fingið eitt gott og gevandi tilboð.

- Útbúgving og eftirútbúgvingar til starvsfólk, soleiðis, at tey eru betur før fyri at møta avbjóðingunum í gerandisdegnum.

- Økt tímatal til børnini á stovninum, ella betri normeringar, soleiðis, at tað er lættari at tryggja, at hvørt einstakt barn fær samband við ein vaksnan.

- Øking ella játtan av tíð til starvsfólk at fyrireika arbeiðið, soleiðis, at vit kunnu tryggja, at veruligi tørvurin hjá einstaka barninum verður møttur.

- Lønarhækkan, soleiðis at starvsfólk fáa ta viðurkenning í krónum, sum tey hava uppiborið.
- Stytt arbeiðsvika, tá vit vita, at nógv starvsfólk eru ov strongd.

- Betri tilboð til sertørv, har ein partur eisini snýr seg um at fyribyrgja.

Her eru ein rúgva av evnum, sum kundu verðið tikin upp - og bøtt munandi uppá. Ístaðin verður gjaldið lækkað, og so vita vit, at vandin er, at sparingar fara at standa fyri framman, tí einki minstamark er.

Lat okkum heldur síggja visjón fyri barnagarðarnar, hvørjar tankar, kommunupolitikarar gera sær um kósina, og hvussu tit ætla tykkum at menna hetta neyðuga tilboðið til børnini í Føroyum. Tað er heilt vist, at bara at lækka gjaldið, uttan at taka hini viðurskiftini við, fer ikki at lyfta barnagarðarnar á hægri støði.

Gerið eina veruliga íløgu í barnið - gevið starvsfólkunum - og harvið børnunum - betri kor, tað hevði verið nakað hjá einari kommunu at reypa av!

Jógvan Philbrowformaður