
Tað stendur væl til í Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna er best rikna kommuna í landinum, og tað er eisini tað, sum tølini vísa. Fólkatalið økist og inntøkurnar vaksa, tí vit hava eitt virkið vinnulív, góðan trivnað og fjøltáttað tilboð.
Fleiri valevni síggja nú út til at vera í iva um, hvussu vit skulu fíggja komandi íløgur. Men pengar eru settir av til øll tey stóru átøkini, ið skulu fremjast, so sum Tórshavnar havn, útstykkingar, Musikkskúlan, Skúlan á Fløtum, langhyl, miðbýarætlanina, eldraøkið og onnur øki.
Eisini hevur verið róð framundir, at kommunan hevur stóra lániskuld, men veruleikin er, at Tórshavnar kommuna skyldar føroysku peningastovnunum ikki eina krónu. Vit hava einans lán upp á 68 milliónir krónur frá Havnar Arbeiðarafelag og LÍV – og tað er bara 10% av tí, ið vit annars hava heimild til at lána.
Fleiri valevni tosa um vantandi familjupolitikk, men veruleikin er, at skattaprosentið er farið úr 20,75 niður í 19,75 prosent, og í nýggja árinum fer tað enn longur niður.
Barnafrádrátturin er framvegis 8.000 krónur fyri barnið um árið – tann størsti í landinum – umframt, at vit hava framt eitt familjupolitiskt átak, so ein familja við trimum børnum ella fleiri á dagstovni og í frítíðarskúla nú bara rindar fyri tað yngsta barnið.
Fleiri av teimum, ið eru mest altrá eftir at sleppa at stýra kommununi, umboða undanfarnu landsstýrissamgongu, sum framdi størsta álop nakrantíð á tey lægstløntu, tá tey góvu teimum vælløntu 300 milliónir krónur í skattalætta í landsskattinum.
Nú siga hesi somu seg, at vilja geva teimum lágløntu í Tórshavnar kommunu ein fíggjarligan bata við at taka vælferðartænasturnar frá teimum. Millum annað eru røddir frammi um at taka av ókeypis busskoyringina, samstundis sum ein hvítur pílur verður skotin eftir øllum okkara grønu átøkum.
Veljarin noyðist veruliga at sanna orðini um, at hann veit, hvat hann hevur, men so sanniliga ikki, hvat hann kann enda við at fáa.
Okkara fremsta mál er at varðveita og menna eina virkna og vakna kommunu, tí tað eru virknir borgarar og eitt virkið vinnulív, sum skapa eina góða kommunu við trivnaði og fjøltáttaðum tilboðum.
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu