Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað rennur væl hjá Atlantic Petroleum

Felagið hevur gjørt ein samandrátt av fráboðan, sum send marknaðinum, í sambandi við almannakunngerð av ársroknskapinum fyri 2011 hjá P/F Atlantic Petroleum. Fráboðanin er tøk á heimasíðu felagsins á www.petroleum.fo

• Atlantic Petroleum hevði eitt gott úrslit í 2011

• Vinningurin frá olju- og gassøluni var tann hægsti nakrantíð hjá felagnum. Vinningurin í 2011 var 434,8 milliónir DKK, samanborið við 422,5 milliónir DKK í 2010

• Talið av loyvum hjá felagnum varð meir enn tvífaldað í 2011

• Felagið styrkti munandi um toymið við tøkniligari leitingarvitan

• Munandi økt borivirksemið í 2012 og fram

• Verandi framleiðslustøði heldur fram í 2012** • Perth verkætlanin gevur møguleika fyri at tvífalda goymslur felagsins

• Stórur dentur verður lagdur á leitingarvirksemi, fyri at tryggja framtíðar goymslur

• Felagið hevur nú neyðuga bygnaðin til at kunna gera lop í menningini

Rakstrarúrslit áðrenn fíggjarpostar og skatt (EBIT) gjørdist 126,3 milliónir krónur, samanborið við 147,3 milliónir krónur í 2010.

Úrslitið (EBIT) í fjórða ársfjórðingi var 17,2 milliónir DKK, samanborið við 53,7 milliónir DKK í 2010.

Hóast framleiðslan var minni enn væntað í 2011, so var vinningurin frá olju- og gassøluni tann hægsti nakrantíð hjá felagnum. Vinningurin í 2011 var 434,8 milliónir DKK, samanborið við 422,5 milliónir DKK í 2010. Bruttovinningurin í 2011 var 173,6 milliónir DKK, samanborið við 166,0 milliónir DKK í 2010.

Úrslitið áðrenn skatt var 127,5 milliónir DKK í 2011, samanborið við 163,1 milliónir DKK í 2010. Úrslitið eftir skatt var 66,6 milliónir DKK, samanborið við 109,1 milliónir DKK í 2010.

Í fjórða ársfjórðingi 2011 var úrslitið áðrenn skatt 25,9 milliónir DKK, samanborið við 53,9 milliónir DKK í 2010. Úrslit aftaná skatt í fjórða ársfjórðingi 2011 var 25,9 milliónir DKK, samanborið við 37,0 milliónir DKK í 2010.

Í 2011 var parturin hjá Atlantic Petroleum í framleiðsluni úr Chestnut, Ettrick og Blackbird 737.000 tunnur (barrels of oil equivalents - boe). Miðalprísurin fyri søluna var 108,7 USD/tunnu. Gjaldførisúrslit frá primerum rakstri var 269,9 milliónir DKK í 2011, samanborið við 239,7 milliónir DKK í 2010.

Meira enn tvífaldað talið av loyvum

• Við keypinum av Volantis Exploration í juni 2011, økti Atlantic Petroleum munandi um samlaða talið av loyvum, við 15 loyvum. Sostatt gjørdist samlaða talið av loyvum við árslok 31 loyvi, umframt fimm loyvi, ið felagið hevur í boði, í sambandi við 26. bretska loyvisumfar

• Við keypinum av Volantis Exploration hevur Atlantic Petroleum styrkt um toymið við tøkniligum førleikum innan oljuleiting. Við at samansjóva tøkniliga toymið hjá feløgunum báðum, hevur Atlantic Petroleum sett kósina til framtíðar vøkstur** Økt tal av loyvum ført til økt borivirksemi

• Atlantic Petroleum hevur keypt lut í (farm-in) Orchid prospektinum, ið verður borað í 1. ársfjórðingi 2012

• Minst tveir leiti- og metingarbrunnar verða boraðir í 2013

• Spaniards brunnurin verður boraður í 2012.

Framleiðslan óbroytt

• Atlantic Petroleum fór undir triðja framleiðandi øki í november 2011, tá framleiðslan á Blackbird økinum byrjaði. Sostatt væntast verandi nøgd í framleiðsuni at halda fram í 2012

Endurnýggjan av goymslu

• Avgerð varð tikin um at økja lutin í Perth, úr 10,80% upp í 13,35%. Umsókn um útbygging á økinum varð send bretsku myndugleikunum í september 2011. Við Perth verkætlanini hevur Atlantic Petroleum møguleika at tvífalda goymslurnar

• Í 2013 verða metingar gjørdar av Pegasus leiðini, har olja er funnin

Meira seinni um Atlantic Petroleum...