Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað meina føroyingar um flóttar

Í ljósinum av tí stóra kjakinum sum hevur tikið seg upp í Europa, er tað sera forkunnugt at fáa eina kanning frá Gallup at seta tøl á hvat føroyingar meina um hesar spurningar.

Ein kanning hjá Gallup Føroyar vísur, at greiður meiriluti av Føroya fólki er ímóti at taka flóttafólk til Føroyar. Og enn stórri meiriluti av fólkinum í Føroyum er ímóti at at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar (58,2%).

Her eru úrslitini av kanningini:

1. Skulu Føroyar taka ímóti flóttafólkum?
  Ja: 38%  Nei: 51% Veit ikki: 11%

Til spurning 1 vóru tveir undirspurningar, ið einans tey ið svaraðu ja til spurning 1 sluppu at svara uppá.

Undirspurningur A: Skulu Føroyar taka ímóti muslimskum flóttafólkum?
                    Ja: 75%   Nei: 19%   Veit ikki: 6%

Tað vóru einans 38%, ið fingu henda spurning. Tvs at 19% av teimum, ið ynskja flóttafólk til Føroyar, ikki ynskja muslimsk flóttafólk til Føroyar. Gera vit eina lítla útrokning, so síggja vit at 19% av 38% er 7,22%, hetta kunnu vit leggja afturat teimum ið svaraðu nei til spurning 1. Vit fáa tídskil 58,2% sum ikki ynskja muslimsk flóttafólk til Føroyar

Somuleiðis kunnu vit gera við tey ið siga ja. 75% av 38% er 28,5%. Tað eru sostatt 28,5% av Føroya fólki ið ynskja at Føroyar skulu taka ímóti muslimskum flóttafólkum, og 58,2% eru ímóti.

Undirspurningur B: Skulu Føroyar taka ímóti kristnum flóttafólkum?
                    Ja: 96%   Nei: 2%   Veit ikki: 2%

Vit vildu ynskt at hesir báðir undirspurningarnir vóru settir til øll ið luttóku í kanningini, men tað var fullkomuliga ógjørligt at fáa Gallup Føroyar at ganga við til tað. Og næstan ógjørligt!! at fáa undirspurning A settan.

2. Skal avgerðin um at taka ímóti flóttafólkum út til fólkaatkvøðu?
   Ja: 62%  Nei: 33% Veit ikki: 5%

Aftur her er greið tala frá føroya fólki. Spurningurin um flóttafólk verður mettur so álvarsamur, at fólki ynskir hann út til fólkaatkvøðu um hann skuldi blivið aktuellur.

Vit ynsktu eisini at seta ein annan spurning ið kundi varpa ljós á hví føroyingar hava hesa støðu í spurninginum um flóttafólk. Hann var soljóðandi: "Er Islam í samsvar við tað føroyska virðisgrundarlagið?" Men tad var fullkomuliga ógjørlig at fáa Gallup Føroyar við uppá tað, Gallup noktaði at senda hendan spurning í umfar fyri kundan.

Samanumtikið eru gott 2/3 (58,2%) ímóti at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar, og knappliga 1/3 (28,5%) eru fyri at taka muslimsk flóttafólk til Føroyar. Tá eru tey ið svara eg veit ikki, ikki tikin við.

Innsamlingin til at fíggja kanningina er fyri tað mesta gingin fyri seg á Facebook.

Vinarliga

John Petersen, sum eisini hevur umbiði kanningina