Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað harmar meg, at landsins fremsti leiðari ikki dugir sær hógv

Góðu kammeratar! Góðu floksfelagar!

Í dag, tann 1. mai, halda vit arbeiðaradagin, soleiðis sum vit eru von at gera tað, og sum tey eisini gera tað kring allan knøttin.

At halda henda dagin, er ikki nakað føroyskt uppfinnilsi, men ein siður, sum upprunaliga er sprottin úr arbeiðararørsluni í Australia.

Longu í 1856 hildu arbeiðararnir har fyrsta arbeiðaradagin, sum skuldi vera ein frídagur við fundum og góðum veitslulagi, samstundis sum málið var at fáa ein átta tímar langan arbeiðsdag.

Fyrsti dagurin av hesum slagnum var ein 21. apríl, men tá amerikanskir arbeiðarar góð 30 ár seinni fóru undir at halda dagin tann 1. mai, vann tað skjótt frama allastaðni.

Nógv søga og nógvar hendingar eru knýttar at hesum degi – serliga ta fyrstu tíðina – men tað lata vit liggja, tí nú vit skriva 1. mai 2013, hava vit ivaleyst at hugsa um, sum nertir við nútíðar gerandisdagin í Føroyum. Eg vil tó siga, at tað er hugaligt at møta tykkum øllum frá morgunstundini henda serliga dagin, og eg veit, at júst morgunfundir av hesum slag hava verið vanligir í grannalondum okkara.

Hetta er sanniliga ein góður siður, har vit saman kunnu minna okkum á, hvaðani vit eru komin, og hvørji mál vit eiga at hava fyri eyga á leiðini frameftir, tí tað hevur alt at siga.

Sum javnaðarfólk ynskja vit eitt trygt og rættvíst samfelag, sum hevur pláss fyri øllum og gevur øllum pláss, tí tað er felagsskapurin, sum er styrkin.

Vit hoyra so ofta í ítrótti, at eitt lið megnar einki, tá spælararnir royna hvør í sínum lagi, men tá allir spæla saman, ber alt til, tí tað er í felag, at tað ber til at fremja avrikini.

Sum javnaðarfólk eru vit sannførd um, at tað er í felagsskapinum, at vit best kunnu tæna tí einstaka, og í felagsskapinum ber til hjá øllum at vinna sær ávirkan.

Tíðin við sjálvdrátti er langt síðani ein farin tíð, men serliga tí er tað skelkandi at uppliva, at vit í dag eru uppi ímóti sterkum kreftum, ið royna at syndra felagsskapin og lata okkum standa eftir, ein og ein. Sum javnaðarfólk hava vit ta hugsjón, at vit í felag best kunnu geva stóru fjøldini bestu kor at liva undir og eitt vælferðarsamfelag, sum alla tíðina hevur sum fremsta mál, at eingin skal kunna detta niðurímillum.

Tað er fyri okkum ein sjálvfylgja, at sterkastu herðarnar skulu bera lutfalsliga meira, so tær veikaru kunnu fáa neyðuga linnan, ið ger, at vit øll somul hava tað gott og eingin verður við skerdan lut. Hóast vit øll hava ymisk evni og áhugamál, skulu vit øll hava somu møguleikar, tí bara tá hava vit eitt samfelag, ið fevnir og rúmar øllum, so eingin verður fyri vanbýti.

Vit kunnu so spyrja okkum sjálvi, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit hava á Føroya landi í dag.** Í hálvt annað ár hava Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin rátt fyri borgum, men vit hava hvørki fingið eitt rúmligari ella rættvísari samfelag – heldur tvørturímóti.

Tey, sum hildu, at í 2013 var eingin stættarmunur og stórt samhaldsfesti í Føroyum, fóru dyggiliga skeiv, tí vit skulu langt aftur í tíðina fyri at finna djúpari gjáir millum fólk her á landi.

Og sjálvt, tá vit hyggja at londunum uttan um okkum, ið hava borgarlig stýri, er einki teirra gliðið so langt út til høgru, sum Føroyar eru tað undir einari veruligari fólkafloksleiðslu. Sambandsflokkurin eigur løgmann, men støðan minnir mest um sprellimenninar, ið vit plagdu at hongja upp á veggin, men sum bara rørdu armar og bein, tá onkur hálaði í bandið, sum hekk niður úr teimum.

Soleiðis er eisini í landsstýrinum í dag, har tað er Jørgen Niclasen, sum hálar, og so sprellar Kaj Leo Johannesen, soleiðis sum Jørgen vil hava hann at gera.

Og teir báðir smáu flokkarnir hava eisini selt sína sál, so teir skuldu sleppa fram at valdinum, og hóast Jenis av Rana ferð eftir ferð avnoktar, tekur hann ongantíð avleiðingarnar, men heldur fram við at stuðla vanstýrinum.

Stødd í andstøðu eru vit vitni til, at sitandi samgonga pilkar við grundsúlurnar í vælferðarsamfelagnum, lívgar tey ríku og revsar tey fátæku. Lágu inntøkurnar sveitta blóð fyri at bera pengar til flatskattin, ið bara kemur teimum høgu inntøkunum til góðar, so tey ríku skulu fáa hug til at arbeiða meira.

Samstundis verður farið eftir framtíðar fænum hjá okkara eftirkomarum, tí skattingin av pensjónunum verður vend á høvdið – bara fyri at fíggja tann løtuvinning, hesin rangvørgi skattalættin er.

Alt samalt er hetta framt í óðum verkum, uttan at lurtað verður eftir fakfólki ella vælmeintum ráðum, men bara fyri at bera so skjótt at, at eingin skal megna at forða fyri vanlukkuni, tí ein vanlukka er hetta!

Rættindini til “ogn Føroya fólks” í havinum verða avreidd til nøkur fá at spæla sær við, meðan Landsbankin verður sorlaður sundur í skundi, eins og spart verður inn á bein, har mest er brúk fyri at halda tørn.

Heldur enn at skapa virksemi og fáa gongd á í hesum landinum, verður stýrt, sum var fíggjarlógin ein sigarkassi, tí allur veruligur politikkur verður skúgvaður til viks, so hallið kann fáast burtur.

Og teir stovnar, sum skulu og kunnu ávara, tá kósin er skeiv, verða køvdir og fyribeindir, so einki órógvandi varskó skal forða harðrenda høgrapolitikkinum.

Tað, sum er mest ræðandi av øllum, er vantandi áhugin fyri, hvussu vorðið verður við framtíðar-Føroyum og komandi ættarliðunum, tí í Tinganesi sær eingin fram um nøsina. Reypað verður av, at arbeiðsloysið er fallandi, men samstundis letur landsstýrið eyguni aftur fyri, at veruleikin er, at eisini tey arbeiðsleysu flyta av landinum, heldur enn at nýggj arbeiðspláss verða skapt.

Vit hava havt fallandi fólkatal í skjótt fimm ár á rað, men allíkavæl verður slett einki gjørt við henda trupulleika, sum er allarstørsta avbjóðingin, Føroyar hava at takast við her og nú.

Heldur verður hugsað um, hvussu nógvir kilometrar av bergholi skulu borast til tunlar yvir og undir sjóvarmálanum, enn at finna útav, hvussu vit steðga fráflytingini og økja tilflytingina.

Øll eru samd um, at vit mugu fáa tey ungu heimaftur, tá tey hava vunnið sær útbúgving uttanlands, men her er tað veruliga soleiðis, at vinstra hond ikki veit, hvat høgra hond ger, tí her er púrt eingin menning og framdrift.

Á útbúgvingarøkinum standa tingini fyri tað mesta í stað, men veruleikin er, at tá tingini standa í stað, er talan um eina afturgongd, tí alt annað flytur seg jú fram.

Fyri nøkrum árum síðani rappaði Kristian Magnussen “Her má vend koma í”, og tað kundi tað sama verið í dag, tí hvørki ryggur ella hjarta er at hóma í tí politikki, tey ráðandi royna at stjórna hesum landinum við nú.

Sá í gjárkvøldið, at sjálvt løgmaður hevur síni ynski í sambandi við arbeiðaradagin í dag, tí á sínum Facebook-profili eftirlýsti hann “konstruktiv hugskot og góðar loysnir, hvussu vit saman lyfta samfelagið fram á leið”.

Nú liggur tað ikki til mín at vera negativur av lyndi, men eg má veruliga siga, at tað harmar meg, at landsins fremsti leiðari ikki dugir sær hógv, tá tað snýr seg um ein dag, sum júst er til fyri at ávara ímóti honum og hansara slagi, soleiðis sum tey bera seg at í dag.

Vit kunnu ikki sita hendur í favn og hyggja at, meðan vælferðarsamfelagið verður brotið niður, tí vit hava slett ikki ráð til at spæla fitt og positiv, tá sjálvt arvasilvurið verður spilt og oyðilagt hvønn einasta dag!

So leingi alt snýr seg um “meg, mær og mítt”, klári eg ikki at fylgja við meira, men má tala at, tí tað er skyldan hjá øllum okkum, sum hava møguleikan til tað.

Vit hava fyrr sæð, at okkara politiska hugsjón og dagsskrá hevur verið við til at bygt Føroyar upp og styrkt um okkara samfelag, sum vit øll eru so góð við.

Tí trúgvi eg eisini, at tann dagurin skjótt fer at upprenna, har vit fáa møguleikan at skifta út og lúka burtur alt hetta illgresið, sum køvir og kúgar, heldur enn at lívga og lyfta.

Sum javnaðarfólk eri eg sannførdur um, at vend fer at koma í, og eg síggi í tykkum ungu eitt stórt potentiali og góðar møguleikar, sum hóast alt gera tað vert at stríðast og virka fyri einum javnari, frælsari og samhaldsfastari landi.

Takk fyri, at eg bleiv boðin við her í morgun, og góðan arbeiðaradag, øll somul!

Heðin Mortensen

borgarstjóri