Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað gongur ov seint at fáa løgurnar í gongd

Í vikuni hevur Kringvarpið víst á, at bert ein brotpartur av játtanini til íløgur á fíggjarlógini er brúktur higartil í ár. “Hetta er ein skandala”, sigur Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, og leggur afturat: “Eitt av endamálunum við hækkaða íløgukarminum var at skapa virksemi í einari tíð við lítlum privatum eftirspurningi. Hetta endamálið verður tó sjálvsagt ikki rokkið, um íløgurnar ikki verða settar í gongd”.

266 mió. kr. eru játtaðar á fíggjarlógini til løgur í 2012, harav umleið 55 mió. kr. til skúladepilin í Marknagili. Harumframt vóru nærum 100 mió. kr. støðlaðar frá árinum fyri ella íalt umleið 350 mió. kr. Um skúladepilin í Marknagili ikki verður tikin við, so eru tað umleið 300 mió. kr. til aðrar verkætlanir. Kringvarpið vísti á, at millum 20 og 30 mió. kr. av hesi játtan er brúkt higartil í ár.

Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at nógv tann størsti parturin av árligu íløgujáttanini verður goymdur til seinna hálvár. Nú møguleiki er at støðla ónýtta íløgujáttan, er enntá ikki neyðugt at nýta peningin í tí fíggjarári, hann er játtaður. Spurningurin er tí, hvussu stórur partur av hækkaða íløgukarminum eisini førir til økt virksemi? Og hvussu stórur partur verður goymdur til komandi árini?

Fíggjarnevnd Løgtingsins nam við henda trupulleika í álitinum, sum hon skrivaði í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini fyri 2012.

Áhugaverdi spurningurin er, hvar fløskuhálsurin er. Í farnu viku varð ført fram, at tað tekur langa tíð at fyrireika verkætlanirnar frá tí, at peningur er játtaður og til virksemi veruliga kemur í gongd . Miðfyrisitingin og almennu stovnarnar stríðast um, hvør teirra hevur ábyrgdina av, at íløgurnar koma í drag, men eingin vil eiga ábyrgdina. Broytingar í samband við fíggjarlógarviðgerðina kunnu vera ein partur av frágreiðingini at trupult er at planleggja, men hetta kann ikki vera øll frágreiðingin.

Uttan mun til hvør orsøkin er, eigur hetta ikki at koma fyri. Summarferia er í nánd og tað er avmarkað hvat kemur á skaftið komandi mánaðirnar. “Tað er torført at ímynda sær, at ætlaða játtanin til íløgur kemur at verða brúkt í ár”, sigur Magnus Magnussen, formaður í felagnum.

Føroya Handverksmeistarafelag heldur tað ikki vera nóg gott, at íløgurnar soleiðis koma í drag. Byggivinnan er í tí støðu, at vinnugreinin sum heild er minkað við einum fjórðingi seinastu árini og ordrabøkurnar eru við at vera tómar. Tískil er stórur tørvur á at halda virkseminum í gongd, soleiðis sum løgtingið eisini hevur samtykt.

“Um planleggingin av íløgunum er nóg góð og neyðugar raðfestingar verða gjørdar, eigur hetta ikki at vera ein trupulleiki. Tíðin er komin til at rudda upp í hesum”, sigur Magnus Magnussen at enda.