Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað gongur framá við búskapinum

Fíggjarkreppan broytti við eitt okkara búskaparligan veruleika.

Í 2009 var hallið á fíggjarlógini upp móti 700 mió. kr., men í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2013 er hallið komið niður á góðar 240 mió. kr. Neyðugt hevur verið og er at fremja rationaliseringar, men farast má fram við varsemi, tí verða ov ógvusligar sparingar framdar, kann vøksturin køvast. Vit hava lagt okkum eftir, at rationaliseringarnar skulu svíða sum minst.

Vit eru sloppin undan at fremja ógvusligar skerjingar í vælferðartænastunum, sum stjórnir í Evropa hava verið noyddar at fremja. Samstundis hava vit seinastu árini økt um íløgurnar fyri at halda virkseminum uppi og samfelagshjólunum malandi.

Tað gongur eisini rætta vegin búskaparliga. Búskapurin er í vøkstri, og arbeiðsloysið minkar. Arbeiðsloysið er nú komið niður á 5 prosent, ið er millum tey lægstu í Vesturheiminum.

Vit hava upplivað eina minking í fólkatalinum, men hon kann als ikki samanberast við stóru fólkafráflytingina, vit upplivdu undir kreppuni í 90árunum.

At skapa fólkavøkstur er størsta og týdningarmiklasta avbjóðing fyri okkara samfelag, og grundarlagið undir øllum politikkinum hjá samgonguni. Ein sterkur búskapur er fyritreytin fyri at skapa fólkavøkstur, og landsstýrið er farið undir at gera eina heildarætlan, ið skal geva boð uppá bæði stutttíðar og langtíðar loysnir fyri, hvussu vit kunnu venda gongdini.