Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Framhald! Tey gjørdust samanlagt nummar tvey, men í seinastu etapuni gekk so mikið væl, at tey vunnu ein stórsigur. Ein stórsigur, tí Lisette og Helgi komu á mál heilar seks minuttir frammanfyri samlaðu vinnararnar.

Hetta var á fimta degi, at tey sluppu at standa ovast á sigurspallinum. Hinar dagarnar hevur tað eisini gingið gott, og úrslitið hevur verið eitt triðjapláss, og so trýggjar ferðir sum nummar tvey.

- Tað regnaði síðsta dagin, og regnið gjørdi alt sera hált, og hetta var allarhelst ein fyrimunur hjá okkum. Og so vóru vit sterkari enn hini í oman eftir fjallsíðunum, segði ein fegin Helgi W. Olsen eftir etapusigurin.

Súkklarar vóru farnir at møðast, nú fýra harðir dagar vóru lagdir aftur um bak. Tað sum kanska gjørdi, at tað gekk so mikið væl hjá Helga og Lisette var, at hendan dagin fyrireikaðu tey seg enn betur, og hitaðu enn betur upp enn hinar dagarnar. Tey fingu førandi parið aftur miðskeiðis í kappingini, og stutt eftir tað skuldi tey “klatra” niðan gjøgnum eina drúgva fjallasíðu. Hallið var onkrastaðni millum 25 og 30 prosent. Meðan oddaliðið møddist, ja so megnaðu Lisette og Helgi at økja og økja, og tá samanumkom, komu tey á mál, og vunnu 5. etapu, við heili seks minuttum. 

Vinarliga vegna SST

Gunnar Dahl-Olsen