Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað eru ikki teir vanligu føroyingarnir, ið framhaldandi skulu hokna í knøunum og flýggja undan høgraradikala stættapolitikkinum

Tað eru harafturímóti teir høgraradikalu, ið við góðum ella eisini við illum eiga at fáa durafjórðingin. 

Teirra býti av Guðs gávum til Føroya fólk verður skamriðið til tey fáu, íð frammanundan eru vorðin fleiri ferðir millióningar sum fylgi av nevnda býti, og við sølu av fiskiloyvum. ið teir hava fingið fyri onki frá landinum, og við skattafrælsi sum bert tey kongaligu og aðalin í øðrum londum hava vunnið sær rætt til gjøgnum øldir.

Samstundis eru 1500 registreraði sum verandi á hungursmarkinum/fátækramarkinum, sjúkrahúsið skríður í skræðuni, læknar standa í kø fyri at sleppa burtur, kríggj er um, hvar gomul og hjálparleys, ið eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsinum. skulu hava loyvi at liva sínar síðstu dagar. Fúl skomm. Og sjálvt um peningafloymurin í vinnuni aldrin hevur verið sum nú. so eru. pensjónirnar til gift skornar Tað verður ov dýrt, um fulla pensiónin verður viðtikin siga høgraharkaliðsfortropparnir, ið annars eftir 8 ár á Tingi hava rætt til kr.60.000 um mðr (ikki um árið) í pensión.

Mangt annað horribult kundi verið tikið úr skjáttini við kúgan, órættvísi og tí sum verri er. Men lat tað liggja, til onkran annan, sum hevur fingið nokk.

At enda skal eg leggja aftrat, at sleppa teir høgraradikalu eisini í framtíðini at seta politisku kósina, so er bert spurningur um tíð, nær deyðin er í durinum fyri hin vanliga føroyingin. Fólkatalið minkar, verður sagt, men eg sigi út frá søguni og lívsroyndum, at innanfyri 10 – 15 ár undir fólkafloksleiðslu, so er fólkatalið hálverað og fólk standa framvegis í kø fyri at sleppa burtur undan trælkanini.

Høgraharkaliðið eigur tí at verða steðgað nú og med alla, tí so er vón um, at allir føroyingar kunnu liva og liva væl, so langt vit kunnu hóma inn í framtíðina.

Við ynski um eina góða framtíð fyri lesaran og fyri Palleba og Marsannu.

Dagfinnur Danbjørg.