Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað er møguligt at yvirtaka føroyska loftrúmið

Løgtingið tók í 2012 undir við einum uppskoti til samtyktar (løgtingsmál nr. 179/2011) hjá Framsókn um, at landsstýrið skal arbeiða fyri at yvirtaka føroyska loftrúmið. Síðani hevur ein embætismannabólkur arbeitt við málinum og gjørt nakrar niðurstøður.

Formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, hevur spurt landsstýrismannin, hvørjar hann heldur høvuðsniðurstøðurnar vera, og um landsstýrismaðurin er sinnaður at arbeiða víðari við málinum og – um so er – hvussu hann heldur, at hetta kann verða gjørt.

Í svarinum ger Johan Dahl greitt, at tað er ikki uttan avbjóðingar at fremja hetta málið, men at tað ber til undir ávísum treytum. Landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at taka málið upp við landsstýrið um, hvussu frágreiðingin frá embætismannabólkinum skal fylgjast upp, men fær í løtuni ikki upplýst meira ítøkiliga um hetta.

Framsókn heldur at tað er rætt at arbeiða víðari við ætlanini at yvirtaka føroyska loftrúmið og heitir á landsstýrismannin um beinanvegin at seta ein arbeiðsbólk til at fremja neyðuga arbeiðið og fáa til vega neyðugu fíggingina til hetta. Tað er av allarstørsta týdningi - bæði fyri vinnuligan framburð og tjóðarbygging - at kanna allar hugsandi møguleikar fyri nýggjum vitanarstørvum í landinum eins væl og at greina, hvørji ríkismál kunnu verða yvirtikin.

Bakgrund – svarið frá landsstýrismanninum:

Johan Dahl svarar at tað við verandi lógargrundarlagi ikki ber til at yvirtaka partar av loftferðsluøkinum (t.d. einans loftrúmið). Neyðugt er at yvirtaka alt málsøkið loftferðsla, um nakað skal yvirtakast. Hetta merkir tó ikki, at ein yvirtøka er ein fortreyt fyri at kunna skipa eitt serstakt loftferðsluøki yvir Føroyum, um Danmark og Føroyar annars semjast um tað.

Sambært Chicago-konventiónini hava allir statir rættin til loftrúmið yvir tí øki, teir ráða yvir (føroyskt landaøki og út á 12 fjórðingar frá grundlinjunum). Danmark hevur tó gjørt avtalu við Ísland um, at ísland m.a. røkir eftirlitið við og veitir tænastur til en-route ferðsluna í føroyskum loftrúmi.

ICAO hevur samtykt eitt uppbýti av loftrúminum í sonevnd FIR-øki, sum eisini dekka loftrúmið yvir havøki í altjóða sjógvi. Avtalur eru í ICAO-regi gjørdar um, hvør skal røkja eftirlitið við flogferðsluni í hesum økjum og um fígging av kostnaðinum. Føroyar eru umgyrdar av Reykjavík FIR á øllum síðum.

Í prinsippinum ber til at uppsiga avtaluna við Ísland og fráboða ICAO, at Danmark/Føroyar yvirtaka eftirlitið við føroyska loftrúminum. Í praksis er tó ivasamt, um hetta hevði haft nakra ávirkan, tí flogførini leggja sjálv sínar rutur til rættis, og kunnu tí velja at flúgva norðanfyri ella sunnanfyri føroyska loftferðsluøkið, um tað er ov tvørligt ella dýrt at flúgva gjøgnum tað. Harumframt er tað bert ein avmarkaður partur av transatlantisku flogferðsluni, sum í verandi støðu flýgur gjøgnum tað loftrúmið, sum Danmark/Føroyar sjálv kundu ásett (út á 12 fjórðingar).

Um størri partur av transatlantisku ferðsluni skal stýrast í Føroyum, má víðkast um økið, sum Føroyar hava ábyrgd av, t.d. við at fáa ICAO at góðkenna ein nýggjan føroyskan FIR, sum fevnir um part av tí FIR-økinum, sum Ísland í dag umsitur. Tað verður tó ikki ein løtt uppgáva at sannføra ICAO um hetta.

Um politiskt ynski er at arbeiða víðari við málinum at Føroyar skulu loysa uppgávur í s.v. tænastur til loftferðsluna í loftrúminum yvir Føroyum, eru serliga tveir møguleikar:

• At fyrireika eina umsókn við business-case sum grundarlag fyri einum føroyskum FIR Um Føroyar skulu hava sjálvstøðuga ábyrgd fyri meira enn avmarkaða føroyska loftrúminum út á 12 fjórðingar, er neyðugt at fyrireika eina føroyska umsókn, sum í smálutir lýsir teir búskaparligu, teknisku og/ella operativu fyrimunirnar við at stovna ein føroyskan FIR. Hetta krevur, at tað verður gjørd ein verulig business case, sum í smálutum lýsir, hvussu Føroyar ætla sær at loysa uppgávuna, og hvørjar avleiðingarnar vera fyri flogferðsluna, bæði figgjarliga, tekniskt og operativt.

Um henda kósin verður vald, kundi verið settur ein arbeiðsbólkur við neyðugum fakligum innliti í økið. Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum kundi so verið skipað í stigum. Arbeiðsbólkurin kundi í fyrstu syftu í samstarvi við ein uttanhýsis ráðgeva við sergrein innan loftferðslu útgreinað, hvørji viðurskifti eru týdningarmest at lýsa í einari umsókn til ICAO. Á hesum stigi er helst viðkomandi at seta seg í samband við ICAO og lodda dýpið hjá flogfeløgum, so tað kann tryggjast, at tað øll viðkomandi viðurskifti verða lýst. Eisini kann arbeiðsbólkurin fáa eina hylling á, hvat skal til, um nakar møguleiki skal vera at koma á mál.

Næsta stig hevði so verið at gjørt sjálva lýsingina. Neyðugt hevði verið við uttanhýsis serfrøði til hetta, og ein møguligur arbeiðsbólkur mátti tí havt neyðuga fígging til arbeiðið, um nakað munagott skuldi spurst burturúr.

Varð hendan leiðin vald, hevði tað kostað nakað av peningi at gera eina business case, og sannlíkindini fyri, at umsóknin verður gingin á møti eru helst avmarkað. Rákið er í løtuni tað øvugta, har tosað mest verður um at leggja loftferðsluøkið saman undir felags stýring, fyri at gera skipanina einfaldari fyri flogfeløgini. Ein føroysk umsókn um at býta verandi FIR upp í minni partar hevði tí gingið beint móti hesum ráki, og tað er tí serliga neyðugt, at business casin er sannførandi og fakliga væl grundað.

• At loysa uppgávur í s.v. loftrúmið undir verandi uppbýti av FIRum

Ein annar møguleiki er, at Føroyar heldur enn at royna at stovnseta egnan FIR, í staðin seta sær fyri at gera avtalur við viðkomandi partar um, at føroyskir stovnar og/ella feløg loysa ávísar uppgávur í sambandi við eftirlit av flogferðslu v.m. í Reykjavík FIR. Fyrsta stig hevði tá verið at gjørt eitt ítøkiligt uppskot um, hvørjar uppgávur føroyskir myndugleikar ella feløg kundu loyst, og síðan tikið samband við danskar og íslendskar flogferðslumyndugleikar um uppskotið. Um henda leið verður vald, eigur helst eisini at verða settur ein arbeiðsbólkur, sum kann gera nakrar innleiðandi kanningar og spurt seg fyri, møguliga í samstarvi við uttanhýsis ráðgeva, áðrenn meira formligt samband verður tikið við Ísland og/ella Danmark.

Tað er tó neyvan nakar ivi um, at tað kann gerast trupult at sannføra aðrar partar um, at stovnar og/ella feløg í Føroyum skulu loysa størri uppgávur í sambandi við FIRin.

Um tað eydnast, hevði fyrimunurin við hesum tó verið, at Føroyar tá stigvíst átaka sær uppgávur og betra um førleikarnar á loftferðsluøkinum, og at tað tá betri ber til at átaka sær meira umfatandi uppgávur seinni.

Poul Michelsen, løgtingsmaður

Framsókn