Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað er ikki møguligt at fíggja undirsjóvartunlar uttan nýtslugjald!

Hetta verður staðfest longu í viðmerkingunum til tað fyrsta lógaruppskoti um gerð av undirsjóvartunlinum um Vestmannasund hósdagin tann 17. mars 1988.

Sagt verður í viðmerkingunum: “Havandi í huga, at hetta samband við so stórari íløgu neyvan verður loyst tey komandi 10 árini á sama hátt sum onnur samferðslumál í Føroyum, har íløgur verða goldnar um fíggjarlógina, hevur landsstýrið samtykt, at partar av fíggingini ella øll fíggingin skal grundast á nýtslugjald (bummpengar)”.

Yvirhøvur hevur hetta sjónarmiðini verði galdandi síðani. Tað er nevniliga trupult fyri ikki at siga ógjørligt at ímynda sær at ikki eisini allar aðrar samferðsluætlanir av sama slagi verða loystar á sama hátt.

Skulu aðrar slíkar ætlanir fremjast, so er uttan iva neyðugt við einari “solidariskari” skipan sum liggur uttanfyri fíggjarlógina. Verður hetta ikki gjørt er ikki møguligt at fremja slíkar ætlanir í bræði.

Sí annars uppskot og viðmerkingar til lán til ger av tunnli um Vestmannasundi frá 1988.

Lasse Klein