Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað er í lagi at fara til arbeiðis!

Góðu foreldur, góðu mammur og góðu pápar, tað er ikki neyðugt hava ringa samvitsku av at fara til arbeiðis.

“Tú skalt ikki fáa tær børn fyri at onnur skulu ansa teimum”, “Børn skulu vera sum minst á stovni” og “Dagstovnurin er eitt nødvendigt onde” - m.a. soleiðis koyrir retorikkurin. Ei undur í at foreldur kenna seg illa og vilja leita sær aðrar møguleikar at tilrættisleggja sær arbeiðslívið, soleiðis at tey kunnu vera saman við børnunum sum longst. Ikki tí, hesum er sum so einki galið í.

Men, eg seti spurnartekin við, um børnini eru so nógv minni saman við sínum foreldrum í dag, í mun til fyrr? Jú, gaman í, einki sjónvarp, eingin telda, teldil ella snildfon var tilstaðar tá at avmarka uppmerksemi hjá foreldrum og børnum. Frítíðarvirksemi og annað undirhald var eisini meira avmarkað og kanska ikki heilt so “professionelt”, sum dagsins ítróttarfeløg og onnur borðreiða við í dag.

“Vit sluppu at reika frítt millum fjals og fjøru” - fyrr gekk spælið fyri seg niðri á vegnum, í bønum, á fótbóltsvøllunum ella líknandi. Børnini í einum øki savnaðust og spældu saman næstan allan dagin – uttan foreldur. Í dag er hesin “vegurin” og fótbóltsvøllurin upptikin av ferðslu og øðrum virksemi. Tað er, í fleiri førum, beinleiðis vandamikið at reika runt tey støð, ið fyrr vóru savningarstað fyri børnini. Tí er ein størri tørvur á “professionellar” stovnar.

Har børnini fyrr fóru út í garðin, í tún ella á vegin at spæla - fara tey í dag í barnagarð. Har hava vit sera dugnalig starvsfólk, sum hava holla vitan um tørvin hjá børnunum – bæði innan sosialu førleikarnar, málmenningina, menning av kropp og rørslur, av skapanarhuginum, vitan um siðir og mentan osfr., umframt at starvsfólkini hava amboð og vitan um tiltøk at seta í verk, um so er, at menningargongdin verður seinkað ella steðgar.

Tað er, í mínari verð, heldur hugstoytt, at foreldur skulu niðurgerðast og hálvgum ákærast fyri at svíkja børnini, tí tey fara til arbeiðis og vilja klára sítt. 

Vit kunnu tó skjótt verða samd um, at arbeiðsmarknaðurin, saman við samfelagnum, eigur at vera lagaligari; eitt nú eigur barsilsfarloyvi at leingjast til 1 ár, soleiðis at børnini fáa tann grundleggjandi tørvin og tilknýtið til foreldrini nøktaðan – serliga tá vit í dag vita, at tað fyrsta árið í lívinum hjá barninum er týdningarmest fyri at fáa eitt gott tilknýtið til síni foreldur. Harvið høvdu øll børn eisini verið javnsett, soleiðis at ikki bert tey børnini, har foreldrini hava møguleika ella hug at bíða við at fara út á arbeiðsmarknaðin aftur, sleppa at vera heima hjá foreldrunum. 

Eisini kundi arbeiðsvikan verðið stytt niður í 35 tímar, tað átti at verið betri møguleikar at “fleksa”, tað skuldi verðið lagaligari skipanir, tá børnini eru sjúk, og umsorganardagar áttu at verið ein sjálvsagdur partur av arbeiðslívinum. 

Vit hoyra dag og dagliga um, hvussu strongd er vorðin ein fólkasjúka - tíðin er komin til, at vit taka slíkt í álvara!

Í Føroyum hava vit tørv á øllum arbeiðsførum hondum.