Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað almenna skal fáa kapping – eisini Akstovan

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta áskoðan, at tað almenna skal hava kapping, fyri á tann hátt at fáa mest møguligt fyri skattgjaldarans pening.

Kanningar uttanlands vísa, at í krepputíðum minkar privata virksemið, meðan tað almenna virksemið veksur. Fyri at bøta upp á hetta, verður skotið upp, at ein miðvís útveiting verður gjørd, við tí endamáli at skapa virksemi á vinnuligum grundarlagi og at mikna um almennu útreiðslurnar. Hetta verður í okkara grannalondum ofta gjørt við at bjóða út uppgávur sum reingerð, rakstur av kantinum, vaktartænastu, viðlíkahald av bygningum, KT-tænastur og rakstur, koyring og verkstaðararbeiði v.m.

Fyrst í desember førdi landsstýrismaðurin Kári P. Højgaard fram, “At sýna bilar skal ikki vera ein uppgáva hjá privatum verkstøðum”. Hetta verður sagt, hóast tað eru 11.000 bilar sum bíða eftir at sleppa til regluligt sýn.

Sum støðan er í dag, eru tað nøkur verkstøð í Føroyum, sum eru góðkend sambært galdandi lóggávu til at vátta, at sýnsskaðar verða umvaldir. Tá kann kundin fara til verkstað (eftir at hava fingið krossar frá Aksstovni) at gera skaðan uttan at møta uppaftur til umsýn hjá Akstovuni. Í slíkum førum sendur tað góðkenda verkstaðið eina váttan til Akstovuna um at skaðin er umvaldur. Um verkstaðið ikki er góðkent, so skal bilurin til umsýn hjá Akstovuni.

Í t.d. Danmark eru tað privatar fyritøkur, sum sýna bilar. Umvælingarnar verða gjørdar á øðrum verkstøðum. Við eini slíkari skipan fær man ikki fleiri krossar enn neyðugt. Hetta kann ivaleyst eisini gerast í Føroyum. T.d. kundi man sett sum krav, at sýn verður framt í einum verkstað 1, meðan umvælingin verður gjørd í verkstað 2. Uppgávan hjá Akstovuni kundi so verið at havt eftirlit við bilverstøðum.

Tað sær út til, at almenna skipanin heldur hevur ynski um at krevja hægri skatt til rakstur av Aktsovuni. Hetta hóast vit eru millum tey, sum rinda mest í avgjaldum í heiminum, tá tað kemur til bilakeyp og bilarakstur. Føroyingar rinda í dag milliónir í brennioljuavgjaldi, vektskatti, skrásetingargjaldi, tollavgjaldi, co2 avgjaldi og meirvirðisavgjaldið í sambandi við at hava bil. Gjøld sum gera bilakeyp til eina púra óneyðuga stóra útreiðslu.

Landsstýrið hevur ikki raðfest útveiting** Fyri at fremja veruligar nýskipanir av almenna geiranum er neyðugt yvir tíð at endurskoða alt almenna virksemið. Støða má takast til, hvørjar tænastur almennu Føroyar skulu veita. Hvat er neyðugt og rímiligt? Og hvat kann tann privata vinnan eins væl veita?

Hetta kundi verið at útveitt rakstraruppgávur hjá almennum stovnum sum t.d. Aktstovuni og Landsverk, har stórir partar av fíggjarætlanini hjá stovninum fer til rakstur, sum eins væl kundi verið gjørdur av privatu vinnuni.

Í staðin skulu almennu stovnarnir miðsavna seg um at hava holla verkætlanarleiðslu fyri at hava neyva uppfylging av útveittum tænastunum.

Endamálið við útbjóðing av almennum uppgávum er umvegis kapping at fáa størri effektivitet í tann almenna sektorin og tryggja, at almennir pengar og tilfeingi verða gagnnýttir á best møguligan hátt.

Í Føroyum hava útbjóðingar ikki rættiliga vunnið frama. Ávís økir eru boðin út, eitt nú busskoyring og innsavning av ruski í Tórshavnar kommunu og hetta hevur riggað væl.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at landsstýrið framyvir eigur at raðfesta útveiting hægri og miðvíst arbeiða við, hvussu hetta kann gerast.