Mynd: Kristianna Klein
Tá túsund gjørdist til minni enn hundrað
Tað man hava runnið úr tonnunum á mangum havnarfólki í dag, tá boðini komu um, at grind var funnin í Hestfirði. Ikki minni enn 1000 hval varð sagt.
Seinni um dagin - tá gleðin hevði lagt seg, høvdu ikki meira enn gott 80 hval lagt beinini í Havn, sum neyvan er til meira enn til drápspartar. Fleiri bátar vóru í grind, og heilt fitt av fólki var í Sandagerði, at taka í móti.
Men tað er lítið sannlíkt, at nakar fær meira enn uppí eina teskeið av grind og spiki. Í so máta eiga Páll Weihe, og Landslæknin at fegnast.
Sum skilst var grindin í fleiri bólkum, og onkur veit at siga, at ein bólkur verður rikin vestureftir. Hvar restin endaði veit eingin.