Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

BLAÐSAVNIÐ:
www.tidarrit.fo

Tá Tollvaldið hevði Task-forche átak á Tvøroyri: Taptu sak í rættinum

“Græni bar gullið av heiði” á Tvøroyri: “Tollarar eru nakrir helvitis stakitt-pissarar”. Hetta var yvirskriftin í Oyggjatíðindum, 9. Apríl 1999. Talan var um , at tollvaldið hevði skert eftirlit við bátum, sum høvdu verið í Schrabster ella øðrum útlendskum havnum og landa fiskin. Græni vildi ikki koma til bryggju, men skiparin varð dragsaður í rættin. Ikki fyri at smugla, men fyri ærumeiðing. Hann vann sakina. 

Mannagongdin var tann, at bólkur av tollarum – ein sokallað Task-force, hevði lagt seg eftir, at standa fyri skipunum, tí illgruni kundi vera um royndir at smugla eitthvørt, sigarettir, karamellur ella kanska whiskey.

Í grein úr savninum, sum varð tilgongilig í gjár, sæst, at tollvaldið leingi havt gott eyga á hesum skipum, og høvdu tollararnir verið runt í landinum og tikið í móti endanum hjá øðrum , og høvdu eisini gjrt fleiri góð hál.

Nú var so túrurin komin til at taka í móti endanum á Græna. Hetta hevði bygdafólkið fingið frænir av, og høvdu tí stilla seg væl fyri, tí nú skuldi tey til sjónleik. Tollararanir stóu klárir at taka í móti endanum, men eingin endi komk í land.

Í staðin fyri fingu hesir tollarar eina lortaspann av ókvæmsorðum omanyvir seg. Men endan fingu teir so ikki, og teir fingu heldur ongan fongin at tolla.

Skiparin rópti “Tykkara forbannaðu stakitt-pissarar, og annað, sum hann fann uppá í hesi østu støðuni.

Omaná alt tveitti hann enskar karamellur eftir tollarunum, sum ikki fingu ein livandi kjans at kanna eftir, um gott skotskt whiskey var umborð, sum skuldi tollast.

Men Tollvaldið stevndi skiparanum; ikki fyri at hava smuglað nakað, men fyri ærumeiðing.

Í rættinum var tað ógvuliga umráðandi hjá dómaranum, at vita hvat orðið “stakitt-pissari” merkti.

Eitt vitnið varð funnið, og hetta vitni pástóð, at ein “stakitt-pisari” var tað sama sum ein landkrabbi á donskum, ei maður, sum sum gekk og pissaði uppá stakittir í staðin fyri at vera á havinum.

Tað stutta av tí langa varð, at skiparin á Græna vann sakina í móti dómsvaldinum, sum bara kundi fortolla eina rúgvu av ókvæmisorðum, sum tó ongan prís høvdu, tá tað kom til stykkis í rættinum.

Í endanum av greinini, stóð at lesa: Aftaná tilburðin á bryggjuni á Tvøroyri vóru tað fleiri sum fóru niðan á Hotel Tvøroyri, at fáa sær ein dropa undir tunguna, sigst.