Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tá tíggju oyru gera stóran mun

Røða til SEV-aðalfundin.

Góðu aðalfundarluttakarar,

Hvønn einasta dag verða vit mint á týdningin av, at vit sum liva í dag hugsa meira um at minka um tey árin, sum okkara lívsførsla hevur á veðurlagið og livikorini hjá komandi ættarliðum. Hetta var t.d. høvuðsboðskapurin til alheimin fyri góðari viku síðani á stórari veðurlagsráðstevnu í Suðurafrika.

Vit uppliva eisini, hvussu viðkvæmur oljuprísurin er, og at vit onga ávirkan hava á hann, hóast oljan enn er týdningarmesta grundarlagið undir okkara orkuframleiðslu – hetta sóu vit seinast dømi um, tá oljuprísurin fall um allan heim, tí tað varð friðarligari í Libia, sum tí kundi fara undir munandi oljuútflutning aftur.

Veðurlagsráðstevnan í Suðurafrika vísti okkum hinvegin eisini á stóra tvídráttin, sum er í hesum málið – eisini her heima hjá okkum.

Nevniliga tað, at nútíðar orkunýtarar, mitt í einum búskaparligum aldudali, skulu gjalda fyri eina stóra orkuumlegging til gagn fyri framtíðina.

Og tað er júst her vit, sum eiga SEV, eisini hava okkara størstu avbjóðing. Vit hava við framtíðini í huga ábyrgd av at framleiða burðardyggari streym. Men vit hava skyldu til at gera hetta við fíggjarligum skili, soleiðis at samfelagið – familjur og vinnulív í Føroyum megna at fylgja við.

Íløguætlanin, sum vit her hava fingið framlagt, leggur upp til at gera íløgur fyri 852 mió kr. í trý ár frá 2012 til 2014. Til samanberingar vóru íløgur gjørdar fyri 717 mió kr. í ellivu ár frá 2000 til 2011. Tað sigur seg sjálvt at hetta krevur nógva fígging – trupulleikin er bara, at brúkarar í Føroyum í dag megna ikki at gjalda hetta alt í einum.

Í málinum um streymprísin eru vit, sum varða av kommununum, einasta veruliga álitið hjá borgarum og vinnufyritøkum. Serliga í hesum tíðum, har tey flestu hava trupult við at fáa pengarnar at røkka.

Sum eigarar hava vit tí støðugt skyldu til at seta spurnartekin við, um SEV er á rættari leið, um strategiin fyri framtíðina er røtt, um tað er í lagi, at íløgur í milliardaklassanum skulu gerast yvir sera stutta tíð, um nóg mikið fæst afturfyri krónurnar, og um tað er rímiligt at senda alla rokningina til dagsins brúkarar.

Tí noyðast vit eisini at seta spurnartekin við íløguætlanina hjá SEV – ikki við grønu útbyggingarætlanirnar - men við fíggingarleistin, sum lagt verður upp til.

Og her er tað vit vísa á , at tað ikki er neyðugt at hækka prísin so nógv, sum nevndin í SEV ætlaði. Og tað sama meinti Jarðfeingið, sum ikki vildi góðkenna upprunaligu ætlanina hjá nevndini at hækka prísin við 25 oyrum kWh.

Íløgurnar í varandi orku hava langa livitíð. Tí kunnu vit bæði taka langfreistað lán og hava langa avskrivingartíð, so at brúkarin í dag – vinnulív og borgarar – ikki eisini skal gjalda allan kostnaðin av grønu orkuni fyri framtíðar brúkarar.

Harafturat eiga vit at endurskoða íløguætlanina og strekkja hana yvir eitt longri áramál. Hetta fyri at gera tørvin á at hækka prísin minni.

Fyri tað fyrsta kann spurnartekin setast við, um vinduorkuútbyggingin yvirhøvur kemur í gongd í 2012. Neyðug loyvir frá myndugleikum eru mær vitandi ikki fingin til vega, og sum tykkum kunnugt, so er tað nakað, sum tekur tíð.

Tá ið avskrivingarprofilurin hjá Sev varð broyttur í 2009, hevði tað við sær, at 630 mió. kr. verða avskrivaðar einaferð afturat. Brúkarin rindar tvær ferðir fyri íløgur á 630 mió. kr. Eginognin er uppskrivað samsvarandi. Nevndin í Sev hevur ikki kunnað svarað uppá, hvussu stórur partur av teimum 630 mió. kr. verða avskrivaðar næstu 5 árini. Møguliga einar 90 mió. kr. Hesar milliónirnar ávirka rakstrarúrslitið negativt, men ikki gjaldførið. Tað er týdningarmikið, at gjaldførið er gott, meðan felagið megnar eitt rakstrarundirskot í nøkur ár vísandi til eginognina hjá felagnum.

Her er eisini viðkomandi at spyrja, hvør leikluturin hjá landinum er – ella kanska átti at verið ?

Í dag setir landið krøv gjøgnum orkupolitikkin uttan at taka støðu til, hvussu hetta skal fíggjast. Aðrastaðni fylgja fíggjarligar virkisætlanir við bæði internari og altjóða fígging við, tá stór mál verða sett, sum hava stórar kostnaðarligar umleggingar við sær.

Vit eiga at krevja, at landið tekur sín part av ábyrgdini, tí tað sigur seg sjálvt, at brúkarin megnar ikki at rinda eina so umfevnandi og dýra umlegging til grøna orku einsamallur og í einum.

Vit skulu minnast til, at hetta er ikki seinasta íløgan, ið skal gerast í grøna orku. Tí ikki fyrr enn nú hava vit av álvara sett hol á eina nýggja strategi at leggja um til “veruliga” grøna orku – og ikki bara varandi orku (vatnverk). Tí er vandi fyri, at vit við ov ógvusligum prísvøkstri køva ta vælvild, ið skal til at neyðugar íløgur kunnu gerast – eisini í framtíðini.

Hetta er ikki eitt lætt mál, men eg haldi at vit hesaferð eru á rættari kós enn á seinasta aðalfundi. Tey 25 oyruni kWh sum nevndin upprunaliga hevði í uppskotið er, nú Jarðfeingið hevur mett um málið vorðin til 15 oyru kWh.

Sjálvur eri eg av teirri meining at 15 oyru er ov stórur vøkstur at leggja á brúkaran, soleiðis sum fíggjarstøðan er í samfelagnum í dag. Og eg fari tí at enda við at leggja fram uppskot um, at prísurin kann hækkar 10 oyru kWh í 2012 – og at vit samstundis taka avgerð um, at hann einki hækkar í 2013.

Eg veit at tað eru fleiri sum helst vildu, at prísurin als einki hækkar í 2012, ella at hann hækkar við 5 oyrum í 2012 og 5 oyrum í 2013, men við at góðtaka at hann hækkar 10 oyru í 2012 ganga vit nevndini so nógv á møti sum til ber, vísandi til tað sum eg havi ført fram um støðuna í síni heild.

Við eini hækkin á 10 oyru í 2012 ber til at gera neyðugu íløgurnar í grøna orku, soleiðis at vit gerast minni heft at olju. Við tillagingum og við at leingja íløgutíðarskeiðið ber væl til at gjønumføra tað sum lagt er upp til í íløguætlanini, sum er løgd fram – og vit avmarka samstundis ávirkanina hetta hevur á samfelagið annars.

Heðin Mortensen,

Borgarstjóri